Alfred Olsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Tá eg komi við eini rætting til greinina hjá Heina Gaard, í Dimmalætting 11.08.04, so er tað ikki fyri at avmarka blaðmannin í hansara skriving, tí vit hava skrivifrælsi í landinum, og henda rætt skulu vit hava, og hann vil eg eisini verja um. Men eg loyvi mær at gera eina rætting, fyri at orðini um, at eg »langaði út eftir Føroya Fiskavirking« í framsøgurøðu míni í samband við fiskidagarnar, ikki skulu standa óátalaði.
Føroya Fiskavirking
Eg havi ongantíð í røðum mínum funnist at Føroya Fiskavirking, og gjørdi tað heldur ikki hendan dagin í Løgtinginum, tí eg meti, at Føroya Fiskavirking eigur sín part í tí búskaparvøkstri og minkandi arbeiðsloysi sum vit hava haft síðani kreppuna.
So eg kundi ikki funni uppá »at langa út eftir« Føroya Fiskavirking.
Føroysk Fiskavirkir
Tað sum eg nam við í røðuni vóru úttalilsir frá einum trolaraskipara og forkvinnuni í Føroya Arbeiðarafelag um, at føroysk fiskavirkir vóru tey sum fluttu óvirkaðan fisk av landinum, og millum føroysk fiskavirkir vita øll, at tey »almennu« fiskavirkini eru ein stóru partur.
Síðani hava ráfiskakeyparar upplýst, at útflutningurin av óviðgjørdum fiski frá føroyskum fiskavirkjum einans er 1,3 % av tí samlaða útflut-ninginum, og harvið avsanna úttalilsir um, at tað eru tey føroysku fiskavirkini sum útflyta óviðgjørdan fisk.
Trupulleikin
Trupullleikin er, at vit hava eitt skjótt vaksandi arbeiðsloysi og serliga ringt er tað í ávísum pørtum av landinum. Ein partur av hesum fólkum, eru tey sum hava havt sítt dagliga yrki innan fyri fiskivinnuna, og fyri hesi fólk hevði tað verið einstíðandi við at tey fingu arbeiðið, um ein partur av hesum góðu 30.000 tonsunum av fiski blivu virkaði í Føroyum, heldur enn at verða útflutt til arbeiðspláss uttanlands.
Í prinsippinum átti allur fiskur at verið tilvirkaður á føroyskum fiska-virkjum og útfluttur sum liðug vøra, og hetta eigur at vera gjørt í mest møguligan mun. Harvið vildu vit varðveit og ment arbeiðsplássini innan fiskivinnuna á landi og økt um útflutningsvirði av okkara fiskavørum.
Hetta vildi verið til gagns fyri arbeiðsfólki og komi øllum samfelagnum til góða.
Hvussu hetta kann gerast og hvat er neyðugt at gera, ivist eg ikki í at vinnan sjálvt, finnur bestu loysnina til.










