Tað gongur væl í tryggingarvinnuni í hesum døgum. Tað er ikki meiri enn vika síðani, at tryggingarfelagið hjá Føroya Banka í Føroyum, Trygd, kundi leggja fram ein roknskap, ið vísti metavlop, og í morgun fylgdi »stóribeiggi« eftir við sínum metavlopi.
Hetta metavlop á 242 milliónir krónur fyri skatt stavar fyrst og fremst frá einum góðum skaðatryggingarrakstri og einum góðum íløguúrsliti.
- Samtakið hevur tvey bein at standa á, eitt tryggingarbein og eitt fíggjarbein, og bæði økini hava givið eitt gott úrslit í fjør, og tað er grundin til, at vit hava besta úrslitið nakrantíð við 242 milliónum í avlopi áðrenn skatt, sigur Gunnar í Lið, forstjóri í samtakinum.
Íløguvirksemið er vent frá einum halli á meiri enn 400 milliónir krónur til eitt avlop á omanfyri 150 milliónir krónur.
- Orsøkin er, at marknaðurin er vendur. Tá vit gera íløgur, gera vit tær ongantíð størri en at vit megna tann váðan, og tað merkir, at tá vit fáa eitt slíkt ár sum 2008, har alt gekk ímóti, vórðu vit ikki noydd at selja nakra av okkara íløgum. Tá marknaðurin so vendir, fáa vit eisini framgongdina við aftur, sigur Gunnar í Liða.
Hann sigur, at talan er um langsiktaðar íløgur, og tí fáa teir eisini viðgongdina við, tá marknaðurin vendir.
Hyggja at rakstrinum
Í roknskapinum sæst, at rakstrarútreiðslurnar eru minkaðar úr 63,6 milliónum niður í 60,9 milliónir, svarandi til 4,3%.
- Vit hyggja alla tíðina neyvt at rakstrarútreiðslunum, og hvussu vit kunnu effektivisera raksturin. Vit hava alla tíðina eina neyva stýring á rakstrarútreiðslunum og tað hevur so gjørt, at vit eisini í 2009 hava megnað at minka um hesar, sigur Gunnar í Liða.
Í roknskapinum verður upplýst, at marknaðarparturin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í 2009 er vaksin frá 78 upp í 80 prosent.
- Tað má sigast at vera hugaligt at kunna vaksa, sjálvt tá vit framman undan hava ein so stóran part av marknaðinum, og vit hava sæð framgongdina á stórt sæð øllum økjum, at vit hava hildið fast við okkara marknaðarlut og enntá voksið eitt sindur, sigur Gunnar í Liða.
Ein annar partur av vøkstrinum stavar frá, at kappingarneytin, Trygd, á nýggjárinum í fjør gavst viða ttryggja skipatryggingar, og tað hava tey merkt í samtakinum, tí tey flestu skipini, ið framman undan v´ðoru tryggjað í Trygd, eru í dag tryggjað í Tryggingarfelagnum Føroyar.
Skaðar fylgja virksemi
Bæði tryggingarfeløgini boða frá góðum roknskapum, og tað er sum nevnt í stóran mun minkandi skaðar, ið hava ávirkan á úrslitið.
- Vit síggja í stóran mun, at tá virksemið í landinum minkar, minka eisini skaðarnir. Tað tykist, sum tá samfelags hjólini mala spakuligari, fáa vit eisini færri skaðar, og tað er ein av orsøkunum til, at vit hava fingið færri skaðar. Og so vóru vit heppin við ikki at fáa nakran stóran skaða í fjør, so bæði talið av skaðum og støddin av skaðum var okkum til fyrimunar, sigur Gunnar í Liða.
Eitt av feløgunum undir TF Holding er Betri pensjón, sum varð sett á stovn fyri tveimum árum síðani. Tann roknskapurin vísir tó framvegis eitt hall.
- Tá vit settu Betri pensjón á stovn roknaðu vit við einum halli í roknskapinum tey fyrstu árini. Men vit vistu eisini, at tað var tørvur á einum nýggjum lívstryggingarfelagi, og tað hava vit eisini víst. Vit vita, at tað tekur nøkur ár at fáa javnvág í raksturin, men tað síggja vit fram ímóti fer at henda, sigur Gunnar í Liða.
Sterkt felag
Í ársfrágreiðing síni sigur TF Holding:
»TF Holding P/F er eitt íløgufelag, hvørs endamál er at eiga m.a. dótturfeløg, umframt at gera aðrar íløgur bæði í Føroyum og uttanlands. Felagið eigur millum annað Tryggingarfelagið Føroyar P/F og Betri pensjón P/F 100%.
Aftan á eitt trupult 2008, har stór órógv var á altjóða fíggjarmarknaðunum, gjørdist 2009 eitt sera gott ár fyri TF Holding P/F. Felagið hevði eitt avlop í 2009 upp á 207 mió. kr. eftir skatt. Eginpeningur felagsins er tí nú 1.535 mió. kr.
Tað eru serliga tvær orsøkir til góða úrslitið hjá TF Holding P/F, nevniliga søguliga gott úrslit av tryggingarvirkseminum og munandi yvirskot av íløgum«.
Samtakið hevur sum nevnt eitt avlop á 242 milliónir krónur fyri skatt og 207 milliónir krónur eftir skatt.