TF Holding fær stórt vinningsbýti úr Grønlandi

Tað gongur væl hjá Grønlandsbankanum. So væl, at árið í fjør var tað næstbesta hjá bankanum nakrantíð, og tað kemur eigarunum væl við.

Tað gongur væl hjá Grønlandsbankanum. So væl, at árið í fjør var tað næstbesta hjá bankanum nakrantíð, og tað kemur eigarunum væl við.

Roknskapurin fyri 2013, sum júst er almannakunngjørdur, vísir, at Grønlandsbankin hevði 123 milliónir krónur í avlopi í fjør. Tað góða úrslitið kemur partaeigarunum til góðar, tí 99 milliónir krónur verða goldnar í vinningsbýti.

Leiðslan hevur eisini góðar vónir um raksturin í ár, tí mett verður, at avlopið í 2014 fer at liggja ímillum 125 og 140 milliónir krónur.

 

Føroyskur formaður

Føroyska TF Holding eigur 14,9 prosent av Grønlandsbankanum, so føroyska felagið fær smáar 15 milliónir krónur í vinningsbýti.

TF Holding eigur eisini nevndarformannin í bankanum. Tað er Gunnar í Liða. Hann varð fyrstu ferð valdur í nevndina í Grønlandsbankanum í 2005 og seinast afturvaldur í fjør.

Formansstarvið í Grønlandsbankanum er væl lønt. Sambært roknskapinum fekk nevndin, sum telur 10 fólk, eina góða millión krónur í samsýning í fjør. Av teimum fekk formaðurin 200.000 krónur.