- Eg fái altíð illgruna, tá ið onkur bjóðar sær til at bjarga mær, hóast eg ikki eri í neyð!
Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er speiskur, tá ið hann skal siga sína hugsan um ætlanina hjá landsstýrinum at leggja øll trý sjúkrahúsini saman undir eina felags leiðslu.
Ført hevur verið fram, at hetta er fyri at bjarga teimum báðum smáu sjúkrahúsunum, tí tey eru so lítil, at tað gongst illa at fáa læknar at arbeiða har.
Aðrar grundgevingar eru, at læknarnir á smáu sjúkrahúsunum hava so lítið at gera, at teir klára ikki at varðveita sínar sergreinar og tískil er tað neyðugt at miðsavna viðgerðirnar á einum sjúkrahúsi ístaðin fyri at spjaða tær.
Gravgangur
Jákup Petersen sigur, at hetta er tað bera møsn.
- Tað er gravgangur hjá læknum eftir at sleppa á Klaksvíkar Sjúkrahús at arbeiða, sigur hann.
Sjálvur er hann ortopedur og afturat sær hevur hann fimm ortopedar sum hava arbeitt á Klaksvíkar Sjúkrahúsið regluliga hesi seinastu 10-15 árini.
-Í tøttum samstarvi við teir verður arbeitt á høgum stigi og hetta tryggjar, at kanningar og viðgerðir verða so tætt við støðið í hinum norðurlondunum, sum gjørligt.
Jákup Petersen sigur, at nógvir læknar vilja sleppa til Klaksvíkar, men at hetta er nokk av manning til at nækta tørvin á ortopedi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sum er tvífaldað seinastu árini.
Hvussu ber tað til, at tað er gravgangur eftir at sleppa á Klaksvíkar Sjúkrahús, tá ið tað altíð verður ført fram, at tað gongst so illa at fáa manna læknastørvini á smáum sjúkrahúsum?
- Trivnaður! Tað er so øgiliga ymiskt frá sjúkrahúsi til sjúkrahús, hvussu stemningurin og trivnaðurin er.
Men hann heldur, at neyv tilrættislegging er eisini rættiliga avgerðandi.
- Tá ið útlendskir læknar koma higar, hava vit lagt alt sera væl til rættis fyri teir so at teir vita akkurát, hvussu nógvar sjúklingar, hvussu nógvar skurðviðgerðir og hvussu nógvar móttøkur teir hava hvønn einasta dag.
- Tað dámar læknunum so mikið væl, at tað stendur ikki á at fáa teir higar og samstundis loysir tað seg væl fíggjarliga, tí tað er bíligt.
Passar ikki
Yvirlæknin í Klaksvík sigur, at tað passar ikki, at serlæknarnir á teimum smáu sjúkrahúsunum hava ov lítið at gera til at teir kunnu varðveita sínar sergreinar.
- Tað er tvørtur ímóti. Yvirlæknarnir á smáu sjúkrahúsunum hava meiri at gera enn teir á Landssjúkrahúsinum.
- Eitt er, at tað eru so fáir yvirlæknar á smáu sjúkrahúsunum, at teir eru í eldinum alla tíðina. Eitt annað er, at smáu sjúkrahúsini hava ta skipan, at yvirlæknarnir fara burtur á stór sjúkrahús uttanlands at arbeiða minst tríggjar mánaðir um árið.
- Hetta gevur læknunum eina dygga barlast, tí teir fáa nógv at gera í sínum sergreinum.
Jákup Petersen sigur, at ein Sjúkrahúsdeild skal hava minst 40 tilburðir av hvørji sjúku um árið fyri at varðveita eitt nøktandi viðgerðarstig.
Hann biðjur lesaran legga til merkis, at hann nevnir ikki, at ein lækni skal hava 40 tilburðir, men at øll deildin skal hava, tí hvør sjúklingur verður kannaður og viðgjørdur av einum liði av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum o.s.fr. og skal úrslitið verða gott, skal alt liðið samvirka sum ein heild.
- Hetta hevur Landssjúkrahúsið ikki tikið í álvara, tí har eru heilt niður í trý, fýra tilburðir av einstøkum sjúkum um árið.
- Tað merkir, at á Landssjúkrahúsinum verða sjúklingar viðgjørdir, sum áttu at farið uttanlands og tískil er tað ein vandi fyri sjúklingin.
Sum dømi nevnir hann, at Sjúkrahúsið í Herlev slapp ikki at halda fram at skurðviðgera fyri krabbamein í eggjastokki tí bara 15% av sjúklingunum komu undan, samstundis sum 18% komu undan á Ríkissjúkrahúsinum.
Hann nevnir eisini skurðviðgerðir fyri krossband, sum ikki hava víst seg at vera til nakra nyttu.
- Men eftir eina ógvusliga miðsavning hilnaðist tað væl betri.
- Seinastu árini eru tískil ein hópur av viðgerðum savnað á sjúkrahúsum við einum fólkagrundarlagi upp á 100.000 til 500.000 fólk, tí tá verða úrslitini munandi betri.
- Men á Landssjúkrahúsinum tykjast tey ikki at lata hetta við seg koma, tí har verða skurðviðgerðir gjørdar, sum ikki hoyra heima har.
Hann vil tó ikki nevna, akkurát, hvørjar hann hugsar um, men eitt nú er talan um ávísar ortopediskar skurðviðgerðir.
Gongst illa
Í hesum sambandi nevnir hann eisini, at tað gongst rættiliga illa at dagføra serlæknarnar á Landssjúkrahúsinum.
Hann heldur, at Landssjúkrahúsið eigur at gera sum smáu sjúkrahúsini og krevja, at serlæknar fara uttanlands minst tríggjar mánaðir um árið og at sjúkrahúsverkið stendur fyri hesum.
- Eg havi nevnt hetta fyri leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, men tað gjørdist ein spurningur um pening.
Á smáu sjúkrahúsunum hevur tað verið siðvenja leingi, at serlæknarnir fara uttanlands í nakrar mánaðir um árið at dagføra sína vitan og síni evni og fyri at kunna seg um ta seinasta nýggja á teirra serøki, sigur Jákup Petersen.
- Eg kann ikki taka tað sum annað enn skemt, tá ið sagt verður, at tað bara er samanlegging, sum kann bjarga smáu sjúkrahúsunum, leggur hann afturat.
15% dýrari
Jákup Petersen, yvirlækni í Klaksvík staðfestir, at eitt sjúkrahús má hava eitt ávíst virksemi fyri at kunna virka sum sjúkrahús.
- Hálvar og fjórðingsloysnir eru burturspiltar er akkurát tað sama sum at smíða seymin í hurðina.
- Men tær niðurstøður, eg eri komin til, vísa, at leggja vit smáu sjúkrahúsini niður og flyta viðgerðirnar til Havnar, verður heilsuverkið eini 15% dýrari.
- Tað kemst av, at viðgerðirnar koma inn í eitt dýrari umhvørvi og tí kostar tað meir og at niðurleggja smáu sjúkrahúsini, kastar sostatt onga sparing við sær.
Men verða viðgerðirnar so ikki tað betri?
Tað ivast Jákup Petersen í.
- At dagføra serlæknar er ein stórur trupulleiki á Landssjúkrahúsinum, men tað er tað ikki í Klaksvík og á Tvøroyri.
Hann vísir á, at menningin er so stór nú og serlæknaøkini mennist so skjótt, at einasta gongda leiðin framyvir er at gera, sum tey gera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og eisini á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Hetta verður umrøtt í aðrari grein her á síðunum.
Stoyta bensin á bálið
Samstarvið ímillum tey trý sjúkrahúsini er ov vánaligt og tað eigur at verða betri
Tað staðfestir Jákup Petersen, yvirlækni í Klaksvík.
Men tosið um at leggja øll trý sjúkrahúsini saman, hevur ikki tænt nøkrum endamáli uttan at stoyta bensin á bálið.
Hann vísir á, at tey trý sjúkrahúsini arbeiða við eini ætlan um samstarv og hann heldur at tað hevði tænt endamálinum at latið tey hildið fram.
Leiðslunevnd við umboðum fyri sjúkrahúsini situr og skriva niður tey samstørv sum eru og sum framyvir skulu vera ímillum sjúkrahúsini.
Samstarv er gott á summum økjum, men arbeitt verður upp á at fáa tað á skrift og at økja tað, tí tað eigur at verða nógv betri.
- At tosa um samanlegging er sum at sleppa eini bumbu, tí tað elvir til misnøgd, misálit, ótryggleika og sostatt elvir tað eisini til mótstøðu.
- Hevði tosið um samanlegging ikki tikið seg upp, eri eg vísur í, at tað hevði gingið skjótari at skipa eitt samstarv ímillum sjúkrahúsini.
Men Jákup Petersen heldur, at eitt, sum ger, at tað ikki gongur skjótari, er, at yvirlæknarnir á Landssjúkrahúsinum hava ikki tørv á samstarvi við smáu sjúkrahúsini.
Hinvegin staðfestir hann, at tey smáu sjúkrahúsini hava størri tørv á samstarvið við Landssjúkrahúsið.
Men tað ber væl til hjá smáu sjúkrahúsunum at lætta trýstið á Landssjúkrahúsið. Tað kunnu tey gera við at taka fleiri smáar og vanligar viðgerðir á tey smáu sjúkrahúsini fyri at stytta bíðilistarnir á Landssjúkrahúsinum.
- Smáu sjúkrahúsini hava ferð eftir ferð bjóðað sær til at átaka sær fleiri viðgerðir fyri at stytta bíðilistarnar.
- Men telefonin ringir bara ongantíð, hóast tað skuldi verið so sjálvsagt, sigur Jákup Petersen.
Vit fylgja krøvunum
- Á Landssjúkrahúsinum gera vit eftir forskriftunum frá danska Heilsustýrinum.
Tummas í Garði, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum, vil ikki rættiliga kennast við páhaldið hjá Jákup Petersen, yvirlækna í Klaksvík, í aðrari grein her á síðuni um, at skurðviðgerðir verða gjørdar á Landssjúkrahúsinum, sum ikki eiga at verða gjørdar, tí sjúklingagrundarlagið er ov lítið til at serlæknin kann varðveita sín serkunnleika.
Tummas í Garði leggur dent á, at Landssjúkrahúsið fylgir krøvunum frá danska Heilsustýrinum.
- Tað eru tey greiðu boðini frá leiðsluni til læknarnar, leggur hann dent á.
Men so stendur tað til tann einstaka læknan at taka støðu til, í hvørjum einstøkum føri, um hann kann viðgera sjúklingin sjálvur í samsvari við ásetingarnar frá heilsustýrinum, ella um sjúklingurin skal sendast uttanlands.
- Eru so onkir tilburðir, har tað ikki gongur, sum ætlað, er talan um einstakar tilburðir.
Tummas í Garði vísur á, at leiðandi yvirlæknin á skurðdeplinum er í Oslo hvønn mánað, har hann arbeiðir á einum stórum sjúkrahúsið, fyri at varðveita sín serkunnleika.
Men hann leggur afturat, at í ávísum førum koma eisini útlendskir serlæknar á Landssjúkrahúsið at viðgerða sjúklingar, heldur enn at senda sjúklingarnar av landinum, men tað er alt í samsvari við krøvini frá Heilsustýrinum og í samrá við
samráð við Danish Breast Cancer Group, DBCG.
Hann nevnir bróstkrabba sum eitt dømi, har ein íslendskur yvrlækni kemur á Landssjúkrahúsið einaferð um mánaðinm her hann so er í eina viku og viðgerð teir tilburðir at bróstkrabba, sum eru.
Fær ein kvinna staðfest bróstkrabba beint áðrenn yvirlæknin kemur higar, verður eisini hon sett á listan yvir tær kvinnur, læknin skal viðgerða á føroyavitjan síni.
Fær nøkur kvinna staðfest bróstkrabba beint eftir at hann er farin av stað aftur, verður hon send til Íslands til viðgerðar.
- Hetta er alt fyri at tryggja, at kvinnur við bróstkrabba verða settar so skjótt í viðgerð, sum tilber, sigur Tummas í Garði.