Nú skuldu pensionistar fáa tað betur, tað bleiv tosað nógv um hvat skuldi gerast. Tað var ikki orðið hvussu gott alt skuldi blíva. Men hvat hendi tá valið var av? Jú sparingar skuldi gerast og byrja var við fólkapensiónini sum bleiv skerd. Pensiónin skuldi hækka vi 4% og hækkaði bert við 3%. Tað eina procentið bleiv tikið í sparingum. Tað var beint aftaná valið, beint aftaná at tosað var um at nú skuldu tey bleytu virðini í hásæti.
Hvørji eru tey “veiku” í samfelagnum? Mær dámar ikki hattar hugtakið. Ongin eigur at føla seg sum ein veikan í samfelagnum. Vit eru øll líka, vit eru borgarar í sama landi. Vit eru í ymiskum fasum av lívinum í ymiskum situiatiónum, sum broytast allatíðina. Øll kunnu gerðast sjúk, bæði likamliga og sálarliga, ja so eru vit í eini aðrari støðu enn vit vóru í, áðrenn vit gjørdist sjúk. Fyri tað skal eingin føla seg sum tann veika í samfelagnum og skal ikki verða noydd/ur at ganga frá Peri til Pól og biðja um hjálp. Tað eigur at verða heilt nátúrligt at tá verður tú “loftað/ur” í einum vælvirkandi netverkið. Tí eitt er at gerðast sjúkur ja kanska óarbeiðsførur, tað er ein sorg í sjálvum sær. Men tað kann ikki verða meiningin at ein skal berjast sum úlvur á skóg fyri at fáa sín rætt til stuðul av einum og hvørjum slag. Tað hevur ein als ikki orku til og er hetta undir alt lágmark
At gerðast gamal er ein náttúrligur partur av lívinum, um ein er so heldigur at liva nóg leingi og sjálvandi eiga vit at gera tað so liviligt sum til ber hjá okkara gomlu, alt annað vildi verið burturvið. Vit eiga at respktera tey gomlu og ikki gloyma at tey hava livað í eini heilt aðrari tíð.
Mítt ynski er, tá tosað verður um hjálp av einum og hvørjum slagi, at ein tekur tann menniskjaliga partin við sum ein náttúrligur partur av tí heila. Sum er eru tað alt ov nógv gomul og ikki gomul, óhjálpin, sum sita einsamøll hvønn dag, har eingin kemur á gátt ( Her hugsi eg ikki um heimahjálpina). Hvat nyttar tað at sita óhjálpin við maskinum og hjálpitólum, tá tú onga umsorgan far. Øll menniskju mugu føla at onkur er góður við tey. Vit eiga at geva okkum tíð til at lívga um har einsemi og vónloysi er.