Tað skal verða loyvt at koyra skjótari á prutli enn tað er nú. Tað halda halda tey ungu og tí hava tey nú heitt á landsstýrið um at leggja uppskot fyri Løgtingið um at loyva prutlum at koya skjótari. Mánadagin og týsdagin vóru tað næmingar í framhaldsdeildunum í fólkaskúlanum, sum sluppu at royna seg sum løgtingsfólk og eitt av teimum málum tey viðgjørdi vóru viðurskiftini hjá teimum, sum koyra prutl.
Í hesum føri hugsa tey um tað, sum eitur lítil prutl. Tey koyra 30 kilometrar um tíman og aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til tey er 15 ár. Annars er ein bólkur, sum eitur stór prutl. Tey kunnu koyra 45 kilometrar og aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til tey er 16 ár.
Í hesum sambandi vístu tey á Ungdómstinginum á, at, at tey, sum koyra lítil prutl, seta seg sjálvan í stóran vanda, tí hesi prutlini koyra so seint, at tey klára ikki at fylgja við ferðsluni. Tí skutu næmingar í 8. b í Hoyvíkar skúla, upp, at lítil prutl skulu sleppa at koyra skjótari. Og Ungdómstingið samtykti eisini við stórum meiriluta at heita á landsstýrið um at seta tað í verk.
– Tað kann vera vandamikið um bilar, lastbilar og bussar eru noyddir at yvirhála eitt lítið prutl, siga tey. Tey siga, at vandi er fyri, at bilar og størri akfør kunnu kroysta prutlið upp á gongubreytina ella renna á hann, tí allir vegir eru ikki so breiðir.
– Tá ið vegurin er smalur, er vandi fyri, at bilurin, ella prutlið, kann koyra útav ella krassja. Í miðal eru vegirnir 2,1 metrar breiðir, og ein vanlig vegsíða er 3 - 3,5 metrar breið. Sostatt hevur eitt prutl bara 0,9 - 1,1 m at koyra á, um ein bilur skal yvirhála, siga næmingarnir.
– Tá ið tú koyrir eftir vegnum og verður yvirhálaður av bili ella lastbili, følir tú teg lítlan, og tað kann vera vandamikið, tí eisini vindurin frá bilinum skumpar teg tættari gongubreytini. Verður tú yvirhálaður av einum lastbili, er næstan einki pláss eftir til prutlið. Er vegurin smalur, fara bilarnir ofta í mótsattu síðu á vegnum, og tað er ikki altíð, tú sært, hvat kemur ímóti tær, tí fólk koyra bara speedaran í botn og koyra framvið, siga tey.
Tey siga, at sleppa prutlini at koyra skjótari, klára tey at fylgja við hinum akførunum á vegunum í bygdum øki, og tí verður ikki neyðugt hjá bilum og øðrum akførum at yvirhála teir.
Ungdómstingið vísir eisini á, at lítil prutl, sum koyra 30 kilometrar, eru gjørd til at koyra í øðrum londum, har koyrt verður á sløttum og á serligum breytum. Í Føroyum koyra prutlini saman við allari aðrari ferðslu, og við øllum brekkunum í Føroyum kann ferðin hjá einum lítlum prutli lækka heilt niður í 15 kilometrar um tíman.
– Tað sigur seg sjálvt, at tá er førarin á prutlinum mangan trýstur í ferðsluni, og at hetta lættliga kann elva til óforsvarligar yvirhálingar og óhapp.
Tey siga, at tað helst henda eisini fleiri óhapp, enn hagtølini vísa, tí tey hava kannað málið og hava fingið at vita, at verkstøð, sum umvæla prutl, siga, at talan ofta er um prutl, sum hava fingið skaða, tí tey vórðu kroyst av vegnum, uttan at hetta varð fráboðað løgregluni.
– Tað er somuleiðis komið fram, at lítil prutl, sum í mesta lagi kunnu koyra 30 kilometrar, í roynd og veru kunnu koyra heilt upp í 42 kilometrar, uttan at løgreglan ger nakað við tað. Tí halda tey, at lógin eigur bara at verða broytt so at øll prutl kunnu koyra 45 kilometrar um tíman.
Og tá ið Ungdómstingið atkvøddi um málið, var stórur meiriluti fyri at heita á landsstýrið um at leggja uppskot fyri Løgtingið um at lata øll prutl koyra 45 kilometrar. Tað vóru nevniliga 25 atkvøður fyri og bara tvær atkvøður vóru blankar og eingin atkvøddi ímóti.











