Í Sjóvar kommunu hava tey alla orsøk at fegnast um gongdina í kommununi hetta farna árið. Nýggjastu hagtølini vísa nevniliga, at fólkatalið veksur við rúkandi ferð.
Á heimasíðuni hjá kommununi verður í dag upplýst, at fólkatalið er í dag 1.060 fólk, ið er 60 fólk fleiri enn fyri einum ári síðan.
- Tað er ein øgiliga ferð, ið fólkatalið er voksið við. 1. juli í fjør fingu vit borgara nummar 1.000 og nú eru vit 60 borgarar fleiri, sigur Artur Johansen, borgarstjóri í kommununi.
Borgarstjórin vísir á, at tað nokk eru fleiri orsøkir til, at fólkatalið hevur tikið dik á seg hetta síðsta árið.
- Tað eru nógv av okkara egnu, ið eru komin aftur frá lestrarørindum. Tey fóru øgiliga nógv niður í árunum 2009 til 2011. Tá minkaði fólkatalið, tí tey ungu fóru av landinum at lesa. Fleiri teirra eru komin heim aftur og nú við børnum, nevnir borgarstjórin beinanvegin.
Undirsjóvartunnilin, ið fer at knýta Sjóvar kommunu munandi nærri Runavík og høvuðsstaðnum, hevur nokk eisini sína ávirkan, metir Artur Johansen.
- Fleiri fremmandar familjur komnar, ið ikki hava nakað tilknýti yvirhøvur til kommununa, hava keypt hús og búsett seg her. Tað hava vit aldrin sæð áður og kunna vit bara gita okkum til, at helst hevur undirsjóvartunnilin eina ávirkan, sigur borgarstjórin.
Ein síðsta orsøk, sambært borgarstjóranum, er høga burðaravlopið í bygdini.
- Um man hugsar um burðaravlop. Aftur í tungu árunum vóru kanska eini 6-10 børn fødd árliga. Tað talið er nú 15-20 børn. So nógv børn leggjast eisini aftrat hvørt ár, sigur Artur Johansen.
Kommunan er í løtuni í holt við tvær nýggjar útstykkingar, ið innibera, at 53 nýggj grundstykkir verða tøk í kommununi. Hóast tað ljóðar av nógvum, so er longu ein langur listi av áhugaðum.
- Tað eru omanfyri 40 fólk á bíðilistanum. Tá tosa vit eisini um fólk, ið hava rindað yvir 30.000 krónur fyri at sleppa á listan, vísir borgarstjórin á.