Tey undrast og tey eru ónøgd

Tey skilja hvørki tað fíggjarliga, ella tað sosialpolitiska endamálið við ætlanini hjá samgonguni

 

Nú er eisini Sosialráðgevarafelag Føroya farið upp í kórið við teimum, sum mæla Løgtinginum frá at taka undir við uppskotinum hjá samgonguni um at herða treytirnar hjá teimum, sum eru í tillagaðum starvið. Hetta er tað, sum fyrr nevndist vart starv og Sosialráðgevarafelagið sigur, at í løtuni eru heili 345 tillagað størv í Føroyum.

Í gjár heitti Sinnisbati, sum er áhugafelagið hjá fólki við sálarsjúkum og familjum teirra, staðiliga á Løgtingið um at vraka ætlanina hjá samgonguni og nú ávara eisini sosialráðgevarar ímóti tí.

Tey siga, at tey undrast á ætlanina og tey eru ónøgd við hana, og tey skilja hvørki tað fíggjarliga ella tað sosialpolitiska endamálið við ætlanini.

– Talið á tillagaðum størvum er vaksið nógv seinastu árini - og tað er bara at fegnast um, siga tey. Tey siga, at einasta alternativið hjá fleiri av hesum fólkum er arbeiðsloysið, forsorgarhjálp ella fyritíðarpensjón. Men hvørt einasta fólk, sum er í einum tillagaðum starvið, hevur hægri lívsdygd og er betri førr fyri at forsyrgja sær og sínum. Tey geva eisini sítt íkast til føroyska arbeiðsmarknaðin og tey eru, í enn størri mun, ein fyrimynd hjá børnunum.

Sosialráðgevarafelagið sigur, aloftast hava sosial sambond eisini ein avgerandi týdning, tá fólk í tillagaðum starvi fer til verka.

– Hóast vit eru greið yvir, at útreiðslurnar til tillagaðu størvini sjálvandi eru øktar seinastu árini, vita vit eisini, at tørvurin hjá fleiri av teimum at fáa annan almennan stuðul, minkaður og tað er tørvurin á  læknaviðtalum, pensjón og sjúkradagpening eisini.

 

Les meiri um sjónarmiðini hjá Sosialráðgevarunum her: Tillagaðu størvini eru ein sólksinssøga