Tey sum fáa minst - skulu fáa meir

Hetta er fyri at tryggja tey, sum detta niður ímillum

Tey, sum fáa minst í gjaldi úr Als og úr Barsilsskipanini, skulu fáa hægri gjald. Tað halda tey í Javnaðarflokkinum. Tí fara tey nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at tryggja fólki rætt til eitt minstaútgjald úr Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini. Hetta er aðru ferð, at flokkurin leggur uppskotið fram í hesum valskeiðinum og í hesum sambandi vilja tey hava Løgtingið at samtykkja eina áheitan á landsstýrið um at gera eina slíka skipan.


– Vit mugu tryggja, at fólk, sum detta niðurímillum hesar skipanir, fáa rættin til eitt minstagjald, skrivar Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi í sambandi við uppskotið. Hetta eru fólk, sum av ymsum orsøkum ikki hava havt møguleika at arbeiða sum vanligt hesar seinastu 12 mánaðirnar. Tað kunnu til dømis vera ung ella lesandi og tað kunnu vera fólk, sum arbeiða á fiskavirki, har arbeiðið er óstøðugt, ella talan kann vera um fólk, sum hava verið rakt av sjúku í eitt tíðarskeið.


Sum støðan er nú, er tað soleiðis, at er gjaldið úr Barsilsgrunninum, ella Arbeiðsloysisgrunninum, ov lágt til at liva av, verða fólk víst til Almannaverkið, har tey kunnu fáa forsorg. Ein treyt fyri at fáa forsorg, at ein ikki má eiga ogn fyri omanfyri 30.000 krónur.


– Fólk, sum ikki hava upparbeitt sær eitt gott grundarlag fyri at fáa gjald úr Barsilsskipanini ella Arbeiðsloysisskipanini, eru í stóran mun ung fólk í burðarførum aldri ella lesandi. Tað er ofta í hesum tíðarskeiðnum, at fólk ætla at seta búgv og hava fyri neyðini at hava eina uppsparing til eginpening, sigur Javnaðarflokkurin. 

Spurningurin er, um tað er rætt at krevja, at fólk í hesi støðuni skulu brúka alla sína uppsparing fyri at lúka treytirnar fyri at fáa forsorg, skriva tinglimir Javnaðarfloksins í viðmerkingunum til uppskotið.


Javnaðarflokkurin heldur, at tað tá er tað betri at tryggja hesum fólkunum eitt minstaútgjald úr ALS og Barsilsskipanini, tí hesi gjøldini eru sum ikki er ávirkað av, hvat fólk annars eiga av pengum.

 

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at tað eru fleiri mátar gera hetta upp á. Og, hvussu nógv tað kostar, veldst um, hvør loysnin verður vald.

 

Ein máti er at lata fleiri fáa høvi at tekna sjálvbodnar tryggingar. Sum er, eru tað bara sjálvstøðu vinnurekandi sum kunnu tekna eina trygging í Als og Barsilsskipanini, men ein máti er at broyta tað so at eisini lesandi, og kanska onnur við, kunnu tekna sær eina trygging.

 

Ein annar máti er at áseta eitt beinleiðis minstagjald. Annars verður gjaldið roknað út eftir inntøkuni hesar seinastu 12 mánaðirnar og ein máti er at leingja tað tíðarskeiðið, tí fólk kunnu koma í eina støðu, har inntøkan seinastu tíðina ikki hevur verið so góð.

 

Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur, at tey hava ikki neyðugu tølini at rokna út, hvat hetta fer at kosta, men tað hevur landsstýrið og tí halda tey, at rætti mátin er at fáa landsstýrið at snikka eina loysn saman. Um tað fer at føra til hægri inngjald í Als og Barsilsskipanina, veldst um, hvør máti verður brúktur – men í sambandi við Als má tað gerast í samráð við stýrið í Als, sigur Aksel V. Johannesen.