Tey skulu menna ferðavinnuna

Leygardagin luku 19 fólk føroysku ferðaleiðaraútbúgvingina á Føroya Handilsskúla. Útbúgvingin er fult á hædd við líknandi útbúgvingar aðrastaðni, og nú kann Ferðaráðið lýsa við, at Føroyar hava góðkendar ferðaleiðarar

Í góðveðrinum seinasta leygardag fingu 19 fólk føroyskt prógv sum ferðaleiðarar. Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyingar hava lokið slíkt prógv, men talan er um fyrstu ferð, at føroyingar hava staðið eitt føroyskt ferðaleiðaraprógv, ið er góðkennt av Yrkisútbúgvingarráðnum hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.

Ferðaleiðaraútbúgvingin verður nomin hjá Skeiðtænastu Handilsskúlans, og fingu fyrstu ferðaleiðararnir prógv í 1994. Tá var ikki talan um eina útbúgving, ið var góðkend av Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Men síðani tá er arbeitt miðvíst fyri at fáa ferðaleiðaraútbúgvingina góðkenda. Hetta eydnaðist, og seinasta vetur byrjaðu fyrstu ferðaleiðararnir at útbúgva seg á góðkendu ferðaleiðaraútbúgvingini hjá Føroya Handilsskúla.


Fult á hædd við aðrar

Sambært lærarunum á Føroya Handilsskúla, er føroyska útbúgvingin fult á hædd við líknandi útbúgvingar aðrastaðni í heimi. Talan er um eina ógvuliga breiða útbúgving, ið fevnir um mentan, søgu, bókmentir, list, tænastu, persónliga menning og annað. útbúgvingin er skipað í tríggjar partar. Fyrsti og annar partur eru hvør 30 tímar, og eru báðir tann ástøðiligi parturin av útbúgvingini. Tann fyrsti parturin viðger mál, mentan og list, samstundis, sum hann eisini kemur inn á uppgávur ferðaleiðarans, hvussu ein leggur ein túr til rættis, og eisini hvussu ein greiðir frá í mikrofon. Meginparturin av frálæruni í hesum fyrsta partinum er skipað sum fyrilestrar.

Annar parturin av ferðaleiðaraútbúgvingini byggir á kundatænastu, samskifti, atferð kropsmál, hugburð og annað líknandi. Eisni verður í hesin partinum aftur nortið við mikrofonlæru og hvussu ein túrur verður lagdur til rættis. Harafturat sleppa næmingarnir eisini at royna seg sum ferðaleiðarar á ymiskum útferðum, skúlin skipar fyri.

Triðji parturin er tann meira verkligi parturin av útbúgvingini, og fevnir hesin um 40 tímar. Nú sleppa næmingarnir at legga túrar til rættis og at royna seg á túrum. Hesir túrar fevna ikki bert um busstúrar, men eisini um gongutúrar, vitjan á søvnum, býtúrar, vitjan á serligum støðum og í kirkjum.


Ikki livibreyð

Gunhild Mikkelsen er ein av lærarunum á ferðaleiðaraútbúgvingini. Hon er sjálv ferðaleiðari og hevur undirvíst í ferðaleiðaranæmingunum í mikrofonlæru og í at leggja túrar til rættis. Vit hava spurt hana, um ein kann liva av at vera ferðaleiðari í Føroyum.

?Nei, sum nú er, ber ikki til at liva av at vera ferðaleiðari í Føroyum. Talan er ikki um eitt fast starv við føstum arbeiðstíðum. Tað verður heitt á teg tá brúk er fyri tær, so eg haldi tú kanst kalla ferðaleiðarastarvið eitt free lance starv. Um fleiri ferðafólk einaferð í tíðini fara at koma til Føroya, kann verður sjálvandi eisini brúk fyri fleiri ferðaleiðarum, men sum nú er, kann ein ikki liva av at vera ferðaleiðari alt lívið, greiðir hon frá.

Tó hevur hilnast væl hjá Gunhild í ár. Hon hevði sín fyrsta túr longu í februar, og síðani hava fleiri túrar verið av og á.

? Tað er soleiðis við ferðavinnuni, at ferðasmiðirnir bert gera túrar, um nóg mikið av fólki er at fara við. Tískil er talan um eitt free lance starv. Var tað soleiðis, at ferðasmiðirnir gjøgnumførdu túrarnar undir øllum umstøðum, so hevði altíð verið brúk fyri ferðaleiðarum. Hetta hevði gjørt, at vit arbeiddu fast sum ferðaleiðarar, men sjálvandi er hetta dýrt fyri ferðasmiðirnar. Hetta hevði loyst seg, um vit fingu fleiri ferðafólk til Føroya.


Eisni SL

Gunhild Mikkelsen varð eisini spurd, um hon heldur, at starvsfólk á ferjum og bussum hjá SL eisini áttu at luttikið ferðaleiðaraskeiðum.

? Tað hevði ikki gjørt støðuna verri, um starvsfólk úr almenna samferðslukervinum luttóku í hvussu so er á nøkrum av pørtunum. Men tað er ikki vist, at neyðugt er hjá teimum at luttaka á einum fullum ferðaleiðaraskeiði og taka ferðaleiðaraprógv. Men tó hevði avgjørt verið gott, um hesi luttóku á ávísum pørtum av skeiðnum.


Ikki komandi ár

í ár er undirvísingin í ferðaleiðaraútbúgvingini farin fram um kvøldarnar og í ávísum vikuskiftum, so til hevur borið hjá fólki at luttaka eftir arbeiðstíð. Men komandi ár kann als eingin undirvísing væntast í ferðaleiðaraútbúgvingini. Hildið verður nevniliga ikki, at grundarlag er fyri at hava eina ferðaleiðaraútbúgving á hvørjum ári, og tí er ætlanin bert at hava hetta tilboð á skránni annaðhvørt ella triðjahvørt ár, alt eftir tørvi.

Eitt er tó vist, og tað er, at nú kunnu ferðafólk gleða seg at uppliva Føroyar saman við dygdargóðum ferðaleiðarum.