Árið í fjør royndist so mikið væl hjá teimum ríkastu í Bretlandi, at tey vóru ríkari, tá árið endaði, enn tá tað byrjaði. Í einum yvirliti hjá blaðnum Sunday Times stendur, at 1.000 teir ríkasrtu einstaklingarnir í Bretlandi áttu 395,8 milliardir pund á nýggjárinum, og at tað var 18 prosent meiri enn eitt ár frammanundan.
Tann ríkasta ættin í Bretlandi er ættin hjá stálkonginum Lakshmi Mittal, sum átti 17,5 milliardir pund seinasta ársskifti. Tað er kortini 22 prosent minni enn í 2009, og kemst tað av, at virðið á partabrøvum hjá ættin er minkað.
Næstríkasti maðurin í Bretlandi er russarin Alisher Usmanov. Hann eigur 12,4 milliardir pund. Hjá honum royndist árið í fjør sera væl, tí virðið á ognum hansara vaks ikki minni enn 7,7 milliardir pund, skrivar Sunday Times.
Uppgerðin, sum verður gjørd á hvørjum ári, vísir, at á nýggjárinum vóru 73 einstaklingar í Bretlandi, sum áttu meiri enn eina milliard pund. Eitt ár frammanundan vóru teir 53 í tali.