Ein vinnari av dystinum í dag stendur seg heilt væl í oddastríðnum. Enn eru kortini nógvir dystir eftir at spæla, og tí´er ein javnleikkur ivaleyst eisini til at liva við. Í øllum førum hjá gestunum.
B36 hevur bert tapt eina ferð í ár, og hetta var móti júst NSÍ, so teir í árstalsfelagnum halda seg helst hava nakað at hevna.
Hjá B36 er størsta ivamálið Sylla, sum hevur drigist við ein skaða. Hjá NSÍ er Pól Thorsteinsson framvegis ikki tøkur, men í aðrar mátar eru allir mans við.