Í gjár hevði politiið heili tvey mál, har bilførararnir koyrdu rúsdrekkakoyring uttan at hava nakað koyrikort. Bæði málini vóru í Suðurstreymi, fortelur vakthavandi hjá politinum í morgun.
Í øðrum bilinum vóru nøkur ung fólk í bilinum, og onkur var undir 18 ár eisini. Tey rendu á við bilinum, so tað bleiv til eitt lítið ferðsluóhapp. Politiið hevur ikki heilt avgreitt hetta málið enn, og nú verður millum annað kannað, hvør koyrdi bilin. Onkur er í hvussu er skuldsetur fyri koyring uttan koyrikort.
Hetta var sum sagt ikki tað einasta málið av hesum slagi í gjár. Í hinum málinum hevði bilførarin heldur einki koyrikort og koyrdi eisini ávirkaður av rúsdrekka.