Skal KT-vinnan gerast ein vinna, ið skapar virði, er neyðugt at tey góðu hugskotini fáa gróðrarlíkindi. KT-kleking hevur til endamáls at stuðla uppundir og at fáa samband í lag við íleggjarar, so hugskot kunnu mennast og føra til útflutning
Hevur tú funnið ein nýggjan hátt at gagnnýta kunningartøkni? Gongur tú við einum framúrskarandi hugskoti, sum eingin kennir týdningin av enn? Veitst tú ikki, hvussu tú skalt gera hugskot til veruleika?
So er klekingardepilin kanska svarið. KT-kleking veitir eina hjálpandi hond til tey, sum hava hug at menna eitt hugskot. Klekingardepilin bjóðar einum persóni, sum hevur eitt gott KT-hugskot, ókeypis skrivstovupláss í hølunum á Bryggjubakka í Havn og hjálp til menning av egnari fyritøku.
Tað var landsstýrismaðurin við vinnumálum, sum setti klekingardepilin á stovn í 2001. Menningarstovan umsitur skipanina og leggur høli til, og Símun Hammer er depilssamskipari og skrivari í stýrinum.
? Endamálið er at skapa nakrar karmar fyri at menna nøkur góð hugskot, sum kunnu føra til lønandi virksemi. Tað kann vera tungt hjá einstaklingum at menna eitt gott hugskot. Menningarparturin er kostnaðarmikil, og drúgv tíð kann ganga frá hugskoti, til ein vøra kastar pening av sær. Okkara lutur er at ráðgeva og at skapa áhuga hjá íleggjarum at seta pengar í eitt gott hugskot, sigur Símun Hammer, sum hevur hollar royndir sum virkisráðgevi.
Pláss er fyri fýra fólkum á klekingardeplinum, og sostatt verður tú partur av einum umhvørvi, sum eisini fæst við eina verkætlan innan fyri kunningartøkni. Í løtuni er fullsett, men longu í summar verður aftur rúm fyri fleiri ljósum høvdum.
Tú kanst hægst vera tvey ár í klekingardeplinum. Fyrstu seks mánaðirnir er talan um búningarinnivist. Tá skal koma kjøt á hug-skotið, samband við íleggjarar skal skapast, og tíðarætlanir skulu leggjast. Yvirlivir tú hetta skeiðið, sleppur tú víðari til annað umfar. Tá ræður um at menna hugskotið til veruleika saman við íleggjarum.
Sostatt ræður um hjá klekingardeplinum at fáa samband millum kapital og hugskot. Vil onkur seta pening í eitt hugskot, er endamálið rokkið.
Simprentis við Ólavi Ellefsen er dømi um eina góða søgu hjá klekingardeplinum. Hann hevur yvirlivað fyrstu tíðina og hevur fingið íleggjarar at seta pening í. Hansara hugskot byggir í stuttum á eina hugsjón um, at menniskja lærir við at spæla: Learning by playing. Oljuspælið Xplore hevur vakt ans, tí har kanst tú royna, hvussu alt gongur fyri seg í sambandi við eina oljuleiting. Nú skal tað vísa seg, um tað eisini ber til at tjena pengar upp á hugskotið.
Á KT2004 fer klekingardepilin at vísa fram, hvat tey, sum í løtuni eru á KT-kleking, arbeiða við. Hetta er samstundis eitt gott høvi hjá áhugaðum íleggjarum at kanna eftir, hvørji góð hugskot kunnu klekjast í KT-vinnuni. Kanska liggur eitt gullnám bara og bíðar eftir, at onkur letur tað upp.
Fakta um KT-kleking
Byrjað: 2001
Depilssamskipari: Símun Hammar
Tal av fólkum: 4
Tilhald: Menningarstovan á Bryggjubakka
Virksemi: Veitir hjálp til teirra, sum vilja menna nýggj KT-hugskot.