Tey gomlu og veiku aftur við skerdan lut

Eftir leiðbeining frá koronuráðgevingini, skulu vitjandi á stovnum hjá Norðoya Bú-og Heimatænastu vera koppsett og hava negativa test.

Støðan við koronu ávirkar tænasturnar og tilboðini hjá Norðoya Bú-og Heimatænastu.

Tað er ikki bara skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík, sum er raktur, nú korona herjar Klaksvíkina. 

 

Støðan við koronu ávirkar eisini tænasturnar og tilboðini hjá Norðoya Bú-og Heimatænastu.

 

- Vit harmast sjálvsagt støðuna, men vit taka øll neyðug atlit, so tilboðini skjótt kunnu gerast virkin aftur, sigur leiðslan í bú-og heimatænastuni við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu í dag.

 

Heitt verður á avvarðandi og onnur um at fylgja teimum tilmælum, sum leiðslan hevur sett út í kortið. Hesi tilmæli kunnu eisini lesast á heimasíðuni hjá Norðoya Bú-og Heimatænastu - www.nbh.fo

 

Sagt verður um talið av vitjandi á búeindum undir heimatænastuni, at her kunnu tvey fólk vitja hvørt búfólk. 

 

- Eftir ráðgeving frá koronuráðgevingini verður tað eisini soleiðis, at vitjandi skulu vera koppsett og hava negativa test, sum í mesta lagi er 48 tímar gomul.

 

Lagt verður aftrat, at um talan er um serligar umstøður, kann víkjast frá hesum eftir avtalu við deildarleiðaran.

 

- Vitjanin skal fara fram á kømrunum, og vitjandi vitja bert síni avvarðandi, siga tey í Norðoya Bú-og Heimatænastu.

 

Meira um, hvussu tey skipa seg innan eldraøkið í Norðoyggjum, nú korona herjar sum ongantíð áður, kann lesast um á áðurnevndu heimasíðu.

 

At enda verður lagt aftrat, at átøkini, sum nú eru galdandi, verða eftirmett mánadagin hin 8. november 2021.

 

Støðan við koronu ávirkar tænasturnar og tilboðini hjá Norðoya Bú-og Heimatænastu.