Tey fyrstu árini vóru mest hendingarrík

Hoyr Frændur sendingina, sum var á Rás2 seinnapartin her

Seinnapartin tók Rás2 saman við Steintóri Rasmussen um tey fyrstu 30 árini hjá Frændum. Serliga varð dvølt við tey fyrstu árini, 1984-1988, sum vóru serliga hendingarrík.

 

Tað var strævið at fáa tað fyrstu plátuna "Saman við tær" til høldar, tí tey fyrstu eintøkini, sum koma til landið, høvdu øll ein produksjónsfeil, so Steintór og hinir í Frændum vóru noyddir at burturbeina 1.000 LP-plátur.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina, sum var seinnapartin á Rás2, har lurtarar eisini tóku lut við smsum um teirra bestu minnir um Frændur. Í sendingini greiddi Steintór Rasmussen frá um fleiri av kendastu sangunum hjá Frændum. 

 

Ljóðfílan er drúgv. Les tí ta bláu strikuna inn fyrst, áðrenn lurtað verður.