Tvey fólk tikin við hassji og hassjmixi í bilinum

- Annar kann vænta sær at enda í rættinum, og hin fær helst eina bót, sigur løgreglan.

Tað kemur meira enn so fyri, at løgreglan steðgar bilførarum, sum antin koyra ávirkaðir av hassji ella hava hassj uppi á sær.

 

- Soleiðis steðgaði løgreglan einum bili í norðurøkinum í nátt, har tað vísti seg, at tvey av fólkunum í bilinum høvdu hassj uppi á sær.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at nøgdin, sum annar persónurin hevði uppi á sær - sonevnt hassjmix - var rættiliga lítil.

 

- Men, í hinum førinum var talan um eina nøgd av veruligum hassji, sum var nakað minni enn 20 gramm.

 

Løgreglan sigur, at í tí førinum, har talan var um smáar nøgdir av hassmixi, verður talan helst um eina bót.

 

- Men, persónurin, sum hevði beint undir 20 gramm uppi á sær, kann vænta at enda í rættinum, legði vaktleiðarin aftrat.