Vit fara at biðja, tá hermenninir koma eftir okkum, og vit vænta ikki, at teir fara at gera okkum ónáðir, meðan vit biðja, sigur ein av niðursetumonnunum í bygdini Neve Dekalim.
Men tey flestu niðursetufólkini fara at gera eftir boðunum frá stjórnini um at flyta, áðrenn freistin rennur út á midnátt í kvøld. Tey, sum ikki eru farin tá, verða flutt við makt.
Vit vænta, at helvtin av fólkinum í Gush Katif og hinum bygdunum eru eftir, tá freistin rennur út, segði generalurin Guy Tzur sunnudagin. Hann vildi ikki siga, hvussu herurin fer at bera seg at við at fáa tey seinastu avstað, men longu í gjár gingu løgreglumenn og hermenn hús úr húsi og kannaðu, um fólk vóru farin.
Myndugleikarnir hava ikki dult fyri, at teir vænta samanbrestir ímillum hermenn og niðursetumenn. Støðan hevur verið serliga spent í fimm bygdum, og herurin hevur boðað frá, at hann fer ikki at senda hermenn hagar í fyrsta umfari. Tað eru tó ikki bara niðursetufólk í teimum fimm bygdunum, tí sambært myndugleikunum eru umleið 5.000 mótmælisfólk komin úr Ísrael, og tey fara uttan iva at seta seg upp ímóti øllum boðum frá myndugleikunum, skrivar DPA.
Samstundis sum tey jødisku niðursetufólkini fara úr Gaza, fyrireika palestinsku myndugleikarnir seg til at taka við eftirlitinum í bygdunum. Í gjár vóru meiri enn 7.000 palestinskir løgreglumenn á varðhaldi uttan fyri bygdirnar at forða fyri, at víð-gongdir palestinar skuldu geva niðursetufólkunum eina seinastu heilsan á vegnum til Ísraels.
Brenna húsini
Burtursæð frá lendinum fáa palestinar ikki nógv burturúr, at niðursetufólkini fara úr Gaza. Ariel Sharon hevur givið boð um, at øll sethúsini hjá niðursetufólkunum skulu brennast, áðrenn palestinar yvirtaka bygdirnar. Aðrir bygningar verða standandi.
Summi sethús eru longu brunnin í grund, tí eigar-arnir vildu tryggja sær, at palestinar ikki sluppu at flyta inn í tey, skrivar Reuters.










