Í teimum fátæku londunum eru tað serliga kvinnur, ið ikki hava nakra útbúgving, sum hava trupulleikar við fiti. Tað sæst í einari kanning, sum umfatar 149.000 kvinnur í 37 menningarlondum. Ímillum londini eru Kina, Brasil og India.
Fyri fáum árum síðani var tann vanliga uppfatanin, at tað vóru fólk í teimum ríku londunum, sum høvdu trupulleikar við fiti, men soleiðis er ikki longur, sigur Barry Popkin, professari á lærda háskúlanum í North Carolina í USA. Hann sigur, at saman við tí veksandi trupulleikanum við fitini økjast eisini tilburðirnir av hjartasjúkum, sukursjúku, krabbameini og øðrum sjúkum.
Sjálvur heldur Barry Popkin, at bíligur matur og vantandi rørsla eru høvuðsorsøkirnar til fititrupulleikarnar í teimum fátæku londunum. Amerikanski professarin leggur afturat, at fólk í teimum fátæku londunum vita yvirhøvur ov lítið um avleiðingarnar av vánaligum ella skeivur kosti.