Tað vera tey bæði, Dánial Hoydal og Annika Øyrabø, sum eru føroysku uppskoti til at fáa virðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri barnabókmentir.
Trettan norðurlendskar barna- og ungdómsbøkur eru í uppskoti til Barna- og ungdómsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2022 og úr Føroyum er tað bókin, Abbi og eg og abbi, sum er í uppskoti til at fáa virðislønina. Tað er Dánial Hoydal, sum hevur skrivað bókina og Anniku Oyrabø hevur prýtt hana við myndum.
Bókin er um at hava ein abba, sum broytist og er farin at gloyma og í grundgevingini fyri at skjóta bókina upp, verður sagt, at hon er bæði stuttlig og sorgblíð. Í bókini fær lesarin innlit í tað serliga og tætta sambandi ímillum abban og dreingin, tá ið teir fara at geva dunnunum, tá ið abbin sigur frá søgu, og tá ið drongurin svevur hjá abbanum.
Tá ið søgan er komin í helvt, koma ábendingar um, at okkurt er øðrvísi, og tað vísir seg, at minnið hjá abbanum er farið at bila. Mamma dreingin verður eitt millumlið og ein vegleiðari hjá lítla dreinginum, og til síðst er tað drongurin, sum hjálpir abbanum og ikki umvent.
– Demens er evnið í bókini og hetta at viðgera eitt tungt evni, sum mong ikki halda vera hóskandi fyri børn, krevur, at ein eisini dugir at gera søguna heita og sniðfundiga. Hjá Dániali Hoydal og Anniku Øyrabø hepnast júst hendan javnvágin ímillum ljós og myrkur.
Eitt sermerki hjá Anniku Oyrabø sum myndprýðara, eru pappírsklippini. Myndirnar eru eitt framhald av tekstinum og soleiðis varpa tær ljós á svikaliga minnið hjá abbanum, eitt nú tá ið lesarin sær eitt køliskáp, sum er fylt ymsum, ið ikki eiga at vera í einum køliskápi.
– Í slíkum brotum renna humor og melankoli saman, og spæla saman á kenslustreingjunum hjá bæði tí vaksna og barninum, stendur í grundgevingini.