Tey eldru í Havn róptu í kór

Nógv varð lovað á borgarafundinum í skálanum í Tórshavnar kommunuskúla, men mest ítøkiliga ætlanin var at gera Heðin Zachariassen, fyrrverandi borgarstjóra í Sunda kommunu, til borgarstjóra í Havn

Eftir borgarafundin, har panel var við fimm ymiskum politikarum og fakfólki, í gjár var ongin veruliga sannførdur, hóast øll á fundinum vóru samd um, at okkurt má gerast beinanvegin.

- Eg havi eina kenslu av, at tað bara er snakk, men vit gevast ikki á hondum, segði Sigrun Mohr vegna fyrireikararnar, tá hon endaði fundin. Hon vísti í sama viðfangi á, at eitt frálíkt eldraálit varð gjørt av einum arbeiðsbólki hjá Landsstýrinum í 2002, men at hetta er goymt burtur.


Borgarin

Tá ymisku hugsanirnar hjá panelinum vóru sagdar, var orðið frítt.

- Tað eru nógv í Tórshavnar kommunu, sum als ikki hava fingið reingerð í heiminum síðan í oktobur, nevndi ein eldri kvinna. Hon vísti somuleiðis á, at um hon nakrantíð skal á ellisheim, so vil hon hava egna inngongd og egið vesi. Aðrar røddir vístu á, at tað ringasta við heimunum, sum eru í dag, er, at nógv rúm onki útsýni hava.

Eisini vóru røddir frammi um at hækka røktarstuðulin til avvarðandi, tí tey halda samsýningina bara vera symbolska.

Ein eldri kvinna harmaðist, at ymsar spurnarkanningar eru nýttar at kanna tørvin millum tey eldru, tí spurningarnir vóru orðaðir so undarliga, at fólk kendu, at tey ikki fingu svarað soleiðis, tey veruliga vildu.

Millum tey seinastu var ein eldri maður, ið vildi greiða Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu frá, at val verður í seinasta lagi um trý ár, og tí má hon heldur royna at gera okkurt til nyttu.


Rationaliseringar

Nógvir borgarar høvdu eisini ilt við at skilja, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, vil vera við, at tað kostar nógv meira at byggja eitt røktarheim í Havn, enn í Norðurstreymi.

Heðin Mortensen royndi sum frægast at verja sína støðu, men alsamt fleiri greiddu frá, hvussu industrikøkar og so framvegis, stóðu næstan óbrúkt á røktarheimunum, ið eru í dag.

Hetta endaði við einum orðadrátti, har Heðin Zachariassen, fyrrverandi borgarstjóri í Sunda kommunu, bleiv skotin upp, sum næsti borgarstjórin í Havn, tí undir hansara leiðslu varð eitt nútímans og lutfalsliga bíligt røktarheim gjørd við Streymnes.

Eisini vístu fólk á, at tað ikki altíð er neyðugt við flisum og laðaðum garðum, tí tað handlar fyrst og fremst um røkt. Heðin Zachariassen vísti í hesum sambandi á, at røktarheimið á Mørkini við Streymnes eisini hevur laðaðar garðar.


Panelið

Pallborðið á borgarafundinum var mannað við fleiri faktorum. Turið Jacobsen, ergoterapeutur, vísti á, at tað sum veruligur tørvur er á, er ein heildarloysn, har ein samskipan at øllum almannaverkinum skal til. Hon greiddi eisini frá, at stórur tørvur er á, at mann arbeiðir meira fyribyrgjandi.

Halgir W. Poulsen, løgfrøðingur, greiddi síðan frá ymisku lógargreinunum fyri eldrarøkt.

- Hevur mann fingið fólkini inn í skipanina, so eru tey tryggjaði, var ein niðurstøða hjá løgfrøðinginum. Hann vísti eisini á, at skipanirnar við serlógum og so framvegis, gera økið enn meiri fløkt, enn tað nýtist at vera.

Heðin Zachariassen, fyrrverandi borgarstjóri í Sunda kommunu og løgtingslimur, fortaldi um røktarheimið á Mørkini, ið ofta er drigið fram sum ein sólskinssøga á eldraøkinum.

Síðani slapp borgarstjórin í Havn til orðanna. Hann greiddi frá tí sama, sum hann plagar, um at eldraøkið skal latast kommununum, tí tað gevur betri loysnir.

Til seinast fekk Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, orðið. Hon tók undir við Heðini Mortensen, at ein broyting skal til, soleiðis, at kommunurnar fáa meira ábyrgd.

- Vit mugu rudda í tí ógreiða, segði landsstýriskvinnan millum annað. Hon greiddi eisini frá, at loysnir eru á veg, og at hon arbeiðir við fullari ferð.

At enda tóku Heðin Mortensen og Rósa Samuelsen í hondina hvør hjá øðrum og lovaðu, at ein loysn fór at vera funnin til trupulleikan í Havn.