Tey blindu skulu síggjast

Hósdagin 15. oktobur er dagur hvíta stavsins. Hendan dagin verður eitt nýtt merkið útgivið, ið skal hjálpa okkum síggjandi betri at bera eyga við tey blindu í samfelagnum. Hetta nýggja merki vísir ein hvítan mann við hvítum stavi á bláari bakgrund, og fæst tað í øllum møguligum útgávum. Tað fæst t.d. sum slipsanál í einari veitsluútgávu, sum kuffertmerki til uttanlandsferðina ella til ítróttartaskuna, sum endurskin til gongutúrin og í einum ótali av øðrum útgávum.

Nógv tiltøk

Í Danmark verður nógv gjørt burturúr hesum degnum. Millum annað, so fara donsk blind at skipa fyri framsýningum, kjakfundum og øðrum kring alt Danmark.

Í Føroyum verður tó ikki so nógv á skránni. Formaðurin í Føroya Blindafelag, Uni Rasmussen sigur, at blindafelagið fer ikki beinleiðis at skipa fyri nøkrum í sambandi við dagin, men hann útihýsir kortini ikki, at onkur av limum felagsins møguliga fer at skipa fyri onkrum.

-Vit ætlaðu at skipa fyri onkrum í samstarvi við SVF, men vit hava einki frætt frá teimum aftur, so eg vænti ikki, at tað verður til nakað, sigur Uni Rasmussen.


Stuðul hjá

hvíta stavinum

Dansk Blindesamfund sigur í tíðindaskrivi, at ætlanin við merkinum er, at tað skal stuðla tí hvíta stavinum sum kennitekin í fyri blind í ferðsluni.

Tað gula armbindið við trimum svørtum blettum hevur verið kennitekin fyri blind í ferðsluni í meira enn 40 ár. Tó hevur gula merkið tey seinastu 22 árini ikki bert verið nýtt av blindum. Orsøkin til hetta er onkur misskjiljing, ið hevur ført við sær, at hetta kennitekin eisini er vorðið kennitekin fyri onnur í ferðsluni. Tískil ynskja blindafeløg nú, at fólk fara at leggja merki til nýggja merki teirra blindu í ferðsluni.