Tey bæði oddaliðini vunnu stórsigrar

1. deild kvinnur: B36 styrkti um sína støðu á bronsuplássinum við teprum sigri í Gøtu. Tað gekk soleiðis, sum støðutalvan kundi bent á, at tað fór at gera, tá ið 9. umfar í bestu kvinnudeildini í fótbólti var á skránni seinnapartin.

KÍ og AB vunnu trivaligar sigrar á heimavølli, og B36 vann tepurt á útivølli ímóti Víkingi.

 

HB vitjaði á Argjum, og heimaliðið brúkti ein tíma at skora fýra mál og harvið vinna 4-0. Mona Breckman og Ásleyg Súnadóttir skoraðu í 1. hálvleiki, og fyrsta korterið eftir steðgin øktu Mona Breckman og Doris í Garði Joensen um munin til 4-0.

Á Norðoyastevnu royndi KÍ at leggja trýst á Skála, men gestirnir megnaðu at halda tørn allan 1. hálvleik. Stórar tíggju minuttir eftir steðgin fekk Sofía Purkhús hol á, og so gekk tað skjótt hjá KÍ og Rannvá B. Andreasen, sum skoraði fýra mál í tíggju minuttir!

Eftir ein hálvan tíma var tað lítið, sum bendi á, at spenningur skuldi koma í, tá ið B36 vitjaði Víking. Fyrstu 30 minuttirnar legði B36 seg á odda 3-0! Málskjúttar vóru Birita Mortansdóttir, Vár Næs og Anja Weyhe.

B36 vann øll stigini, men tað varð tætt og spennandi. Tíggju minuttir undan steðginum minkaði Jóhanna Lervig um munin, og tá ið 2. hálvleikur var tíggju minuttir gamalur, skoraði Heidi Sevdal, so støðan gjørdist 3-2 til B36, sum síðsta stóra hálva tíman helt tørn um leiðsluna.

 

9. umfar

Víkingur-B36 2-3 (1-3)

0-1: Birita Mortansdóttir 15.

0-2: Vár Næs 22.

0-3: Anja Weyhe 31.

1-3: Jóhanna Lervig 35.

2-3: Heidi Sevdal 56.

 

KÍ-Skála 5-0 (0-0)

1-0: Sofía Purkhús 57.

2-0: Rannvá B. Andreasen 76.

3-0: Rannvá B. Andreasen 78.

4-0: Rannvá B. Andreasen 85.

5-0: Rannvá B. Andreasen 86.

 

AB-HB 4-0 (2-0)

1-0: Mona Breckman 18.

2-0: Ásleyg Súnadóttir 32.

3-0: Mona Breckman 53.

4-0: Doris í Garði Joensen 59.

 

Støðan eftir 9 umfør

KÍ 25

AB 22

B36 13

Víkingur 7

Skála 7

HB 4