Tey avvarðandi hjá brasilsku fótbóltslegenduni, Pelé sum fer til gravar í dag hava eitt serstakt ynskið til gamla felagið hjá Pelé, Santos FC.
Tey avvarðandi hjá Pelé ynska, at eingin leikari hjá Santos FC skal aftur brúka troyggjunummarið 10. Hetta skrivar brasilska blaðið, Globo.
Tað hevur áður verið uppi og vent hjá Santos FC, um tey ikki áttu at borið so í bandi, at troyggjunummarið 10, ið hevur ein so stóran søguligan týdning orsaka av avrikunum hjá Pelé, at troyggjunummarið eigur at læsast fyri øllum komandi leikarunum í felagnum.
Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at tað hevur verið umrøtt, at troyggjunummar 10 ongantíð skuldi brúkast aftur. Tá Diego Maradona doyði í 2020 fyrislóg portugisiski venjarin, André Villas-Boas, at einki fótbóltslið yvirhøvur skuldi brúka troyggjunummarið 10 aftur.











