Í summar var upp á tal, at verjuspælarin John Terry skuldi skifta úr Chelsea til Manchester City at spæla, men tað var av ongum. Liðformaðurin helt fram í felagnum, har hann er uppvaksin, og venjarin hjá Chelsea heldur, at John Terry fer ongantíð at spæla fyri nakað annað felag.
- Hann er eitt ikon í hesum felagnum, og hann er ein framúr liðformaður. Eg dugi ikki at síggja, at hann nakrantíð fer at spæla fyri eitt annað felag, sigur Carlo Ancelotti við SportingLife.