Ternan avloysir Smyril á Norðoyastevnu

Nú Smyril er í dokk, hevur Strandferðslan sett Ternuna at sigla túrin úr Havn til Klaksvíkar. Hetta er túrurin, sum teir flestu róðarbátarnir og róðrarfólkið plaga at koma við

Klaksvík:
Ternan fer úr Havnini klokkan níggju leygarmorgunin til Klaksvíkar og suður aftur klokkan sjey um kvøldið. Sosialurin frættir frá Strandfaraskipum Landsins, at róðrarbátar og róðrarfólk hava framíhjárætt til hesar túrarnar. Túrurin úr Havnin til Klaksvíkar fer at taka umleið ein tíma og trý korter, og Ternan fer at leggja at við vestaru bryggju, har sum Smyril plagar at liggja. Eisini er ferðasamband til og frá Suðuroynni við Scaniu, sum fer av Drelnesi klokkan seks leygarmorgunin. Hesar broytingarnar eru allar at finna inni á heimasíðuni hjá Strandferðsluni, sum er www.ssl.fo.
Hetta fer alt helst at ganga fínt norður til Klaksvíkar, men onkur rógvari, sum Sosialurin hevur tosað við, sigur seg stúra fyri túrinum suður aftur um kvøldið. Her verður hugsað um, at sjálvt um róðrarfólk og bátar hava framíhjárætt, so er tað ein sannroynd, at tað eru ofta nógv fleiri fólk við á túrinum suður enn norður. Tað kemst av, at alt fólkið er savnað á vestaru bryggju til steypahandanina eftir kappróðurin. Og so hevur tað verið so líka til at fara beinleiðis umborð á Smyril, sum so hevur ført tey øll aftur til Havnar. Men tað kann fara at verða ein trupulleiki í ár, tí Ternan tekur so nógv færri ferðafólk enn Smyril.
Ternan er tó ikki einasti møguleikin at sleppa úr aftur Klaksvík. Dúgvan siglir sjálvandi eisini eftir kappróðurin, og seint út á kvøldið. Seinasti túrurin av Klaksvík Norðoyastevnuaftan er klokkan 01:00.