Terji Rasmussen og fólkadansarar á jóansøku

Jóansøkufestivalurin avdúkar nú enn fleiri nøvn, ið fara a pall á jóansøku, og hesaferð er talan um føroyska troubadoururin Terja Rasmussen. Umframt fara danskir fólkadansarar at seta dám á, tá festivalurin byrjar Nú er enn eitt navn komið afturat á listanum yvir tey, ið fara á pall á Jóansøkufestivalinum, sum hesaferð er stuðulstiltak til frama fyri at gera saltsiloina á Drelnesi til mentanarhús.

Terji Rasmussen fer á pall á Jóansøkufestivalinum. Terji hevur síðani á heilt ungum árum gjørt vart við seg á føroyska tónleikapallinum. Fyrst við Funkies, ið gav tvær singleplátur út, síðani við ymsum bólkum, men kendur gjørdist hann av álvara av samstarvinum við Frændur og við frændan Eyðun Nolsøe.

Størsta varðan setti hann sær tó síðst í áttatiárunum, tá hann gav plátu út; Terji og Føstufressar. Fressarnir vóru í stóran mun manning úr úrmælingabólkinum Plúmm, og varð útgávan eini 10 ár seinni ? um aldamótið ? kosin aldarinnar útgáva.

Terji fer á Jóansøkufesivalinum at spæla úr rúgvuni av sangum, ið eru fólkaogn.

Fólkadansur

Byrjanin á Jóansøkufestivalinum verður serstøk, tí tá fara danskir fólkadansarar at seta dám á. 12tur nevnist dansibólkurin, og hevur hann navn eftir tveimum fólkadansum, 12 pør eru í bólkinum og tey vilja fegin ferðast ? på tur. Bólkurin er av Sælandi.

Til ber at vitja www.joansokufestivalurin.eu