Í gjár skrivaðu vit um tvær garvaðar rottur, ið ætla sær at verða við aftur í Prix Føroyum í ár, Eyðun Nolsøe og Henning Nicodemussen. Men teir eru ikki teir einastu royndu tónleikarirnir, ið ætla sær við á hesum sinni, tí ein av fólkakærastu sangarunum í Føroyum nakrantíð, Terji Rasmussen, verður eisini aftur at síggja í kappiningi í ár. Fyrstu ferð Terji var við, ið var fyrstu ferð kappingin varð hildin í 1995, vunnu hann og Moirae kappingina. Í ár hevur Terji fingið enn ein sera spennandi bólk at spæla afturat sær, nevniliga Føstufressarnar, tó uttan Leiv Thomsen og við hjálp frá Hjalta Joensen, tí framúr góða guitarspælaranum úr Moraie.
? Tilfarið, ið vit fara at spæla, verður kanska eitt sindur meira rokkut, enn tað fólk kenna frá teimum upprunaligu Føstufressunum. Alt tilfarið er nýtt og føroyskt, so tað verður spennandi at vita, um fólk fara at taka væl ímóti tí, sigur Terji.
Festivalarnir bert næstbest
Endamálið hjá Terja Rasmussen Band, ið Terji og hansara bólkur kalla seg hesuferð, er at fáa tað nýggja tilfarið út.
?Eg spæli nógv til dans, men eg fái ikki loyvi til at spæla nýggjar sangir. Fyrireikararnir vilja hava meg at spæla Eros og aðrar góðar gamlar hjá mær. Men eg vil gjarna spæla okkurt nýtt. Og um eg geri tað, so blíva fyrireikararnir eitt sindur súrir. Eg meldaði meg til Prix Føroyar, soleiðis at eg sleppi at spæla mítt nýggja tilfar, so tað ikki bara liggur og rekst í eini skuffu.
So høvuðsendamálið hjá Terja hesuferð er ikki at vinna, og tó tað hevði ikki verið so gali.
?Tað allarbesta við at vinna Prix Føroyar, er at sleppa í eitt ótrúliga gott upptøkuhøli. At verða næst- og triðbest er sjálvandi eisini gott, tí so sleppur ein jú at spæla á ymsum festivalum, men tað havi eg ongantíð tímað so væl. Harraguð, hvat hava vit føroyingar nakrantíð fingið burturúr, uttan eina góða feriu, at spælt á einum festivali? Tað komu 50 áskoðarar at lurta, so er tað yvirstaðið.
Ætlaninar ikki tær somu
Tá ið Terji vann Prixið við Moriae, høvdu teir stórar ætlanir. Teir vildu blíva kendir, teir vildu spæla fyri túsundvís av fólki, og alt tað sum hetta inniber. Nú eru tingini øðrvísi.
?Eg eri vorðin eldri, eg eri leiðari á einum stovni, so ónleikurin hevur aðra raðfesting, enn hann hevði fyrr. Nú er tónleikurin meira sum eitt ítriv, sigur Terji.
Og Terji var eisini eitt sindur bangin fyri áðrenn hann meldaði seg til Prix Føroyar, at ongin tímdi at lurta eftir honum meira.
?Eg minnist, tá ið Taxi vann kappingina, og allir áskoðararnir gjørdust óðir, tí teimum ikki dámdi so væl bólkin, hóast teir í veruleikanum høvdu tað allarbestu tónlistarligu góðskuna. Hesum vil eg ikki koma út fyri. Eg meldaði meg í veruleikanum bert til kappingina, tí Eyðun Nolsøe gjørdi tað. Annars hevði eg ikki torað. Vónandi er øll ikki vorðin troytt av mær.
Mentanarhúsið besta umhvørvið
Tá ið Prix nevndin valdi at halda øll undanumførini í Mentanarhúsinum, kom ikki sørt øsingur í fólkið. Men Terji heldur hetta er eitt fínt hugskot.
?Eg minnist væl fyrr, tá ið ein noyddist at ferðast til Klaksvíkar, Vágarnar ella hvar tað nú var. Tá bleiv alt fyrireika sama kvøld, kappingin skuldi fara fram. Og tað ljóðaði ofta so illa, tí tað var so lítið fantilsi á og so nógv rok. Nú er Prixið avgjørt nógv meira professionelt, tí Mentanarhúsið hevur fantastiskar umstøðir, og ljóðfólkini og onnur, ið taka sær av tónleikinum, eru veruliga professionell.
Eisini heldur Terji, at tað er sera gott, at dómarar og ikki bert fólkið avgerð, hvør skal fara víðari ella vinna kappingina.
?Fólk eru ofta full, tá ið tílíkar kappingar eru,og so atkvøða tey fyri vinum og kenningum. Tá er tónleikurin jú ikki í hásæti, og tað er endamálið við hesi kapping.
Eyðun vinnur kanska
Spurdur um, hvønn Terji hevur sum favoritt, heldur hann, at Eyðun Nolsøe kanska hevur góðar møguleikar.
?Eyðun spælir jú saman við Showmonnum, og har eru jú so frægir menn sum James Olsen, Jens Marni Hansen og Kim Hansen við, so tað at lurta eftir Eyðun verður heilt vist eitt stórt tónlistarligt upplivilsi. So teir skuldu havt góðar møguleikar. Eisini boðar eitt navn sum DejaVu jú frá góðsku. Men tað kann væl verða, at onkur heilt annar ungur bólkur vinnur. Spennandi verður tað í hvussu so er.
Terji Rasmussen band fara at spæla í Mentunarhúsinum í Fuglafirði í tí seinasta undanumfarinum, tann 5. mars, og fara teir tá at kappast ímóti eitt nú Kristleif Zachariasen.
Myndatekstur: Terji Rasmussen, ið saman við Moraie vann fyrstu Prix Føroyar kappingina í 1995, verður aftur við í Prix Føroyum í ár. Hesuferð fer hann at syngja saman við Terji Rasmussen band