Tepurt tap til føroyingaliðið FIF í fyrsta dystinum í 2024

Leivur Mortensen og Janus G. Djurhuus vóru aftur á vøllinum fyri FIF aftaná lokið EM-endaspæl fyri Føroyar

Fyrr í dag vóru landsliðsleikararnir, Janus G. Djurhuus og Leivur Mortensen saman við Janusi Dam Djurhuus, og liðfeløgunum í FIF á vøllinum aftur í dysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, aftaná eitt ógloymandi EM-ævintýr við føroyska landsliðnum í Berlin. 

 

FIF spældi á útivølli í Skjern móti liðnum við sjáldsama navninum, Rækker Mølle.

 

Rækker Mølle vann ein tepran 28-27 sigur. Rækker Mølle var á odda 26-22 tá níggju minuttir vóru eftir. Tað eydnaðist FIF at koma upp á 25-26, men heimaliðið megnaði at skora til bæði 27-25 og 28-26, so teir í FIF blivu akkurát ov stuttir til at knógva eitt stig heim.

 

Í steðginum var FIF á odda 16-15. 

 

Leivur skoraði fimm mál og Jónas skoraði trý mál.

 

FIF er nummar níggju í deildini við 14 stigum fyri 17 dystir. 

 

Komandi fríggjakvøld spælir FIF á útivølli móti Køge.