Tað er langt ímillum, at Lyngby kann fara av vølli sum sigursharri, og slett ikki eftir ein stórsigur. Hetta er bara triðju ferð, at Lyngby vinnur í SAS-ligaini. Seinast var, tá liðið í oktober vann 2-0 á Viborg.
Fyrri hálvleikur var einki at rópa hurrá fyri, og einki av liðunum hevði í veruleikanum uppiborið at skora. Men ein minutt undan steðginum legði Ficher hjá Lyngby ein góðan bólt inn á pannuna á Mikkel Bechmann og so førdi Lyngby 1-0 í steðginum.
Fimm minuttir inn í seinna hálvleik sendi sami Bechmann eitt sera gott fríspark beinleiðis í netið til 2-0 og í 59. minutti tók Tem Hansen kjansin beint uttanfhyri brotsteigin. Bólturin rakti ein Horsensleikara á vegnum, so bólturin fór í einum vøkrum boga yvir Horsens-málverjan í netið til 3-0.
Jesper Håkansson gjørdi tað til 4-0 við einum góðum skoti, áðrenn Nick Christensen ? sum er sonur fyrrverandi Lyngby-toppskjúttan Flemming Christensen ? tveir minuttir inni í yvirtíðini kundi minka um munin til úrslitið 4-1.
Hetta úrslitið merkir, at Lyngby sleppur sær av aftarsta plássinum við sama stigatali, men betri málúrtøku enn Viborg, sum hevr Súna Olsen í hópinum.
Kendi danski viðmerkarin, Poul Hansen, rósti Tem Hansen fyri innsatsin.
Bæði Christian Lamhauge Holst ot Tem Hansen byrjaðu inni, og báðir vórðu skiftir út. Christian í 65. minutti og Tem 10 minuttir seinni.