Televarpið vísir Ísland og Kroatia í kvøld

Avgerðandi HM undandysturin hjá íslendingum, verður vístur í føroyska Televarpið

Í kvøld spæla íslendingar heilt avgerðandi dyst í eini roynd at sleppa við til HM endaspælið í fótbólti í Brasil næsta ár.

 

Íslendingar hava tikið øll á bóli við at klára seg so mikið væl í undankappingini, at teir nú eru bara tveir dystir frá eini sensationellari og søguligari HM luttøku.

 

Teir skulu nú spæla tveir dystir ímóti Kroatia og tann, sum vinnur teir báðar dystirnar samanlagt, sleppur til HM.

 

Fyrri dysturin verður á Laugardalsvøllinum í Reykjavúk í kvøld og seinni dysturin verður í Kroatia týsdagin.

 

Tað hevur stóran týdning, at íslendingar  fáa eitt gott úrslit á heimavølli í kvøld og tí er øgiligur spenningur um dystin.

 

Men ongin norðurlendsk sjónvarpsrás, uttanfyri Ísland, vísir dystinum áhuga.

 

Men nú hevur so Televarpið tikið upp samstarv við íslendska sjónvarpið RUV og sostatt verður hesin avgerðandi dysturin hjá okkara grannum fyri vestan, vístur á Rás 1 á Televarpinum klokkan 19 í kvøld. Sendingin hjá Rás 1 byrjar klokkan 18.25.

 

Myndin er av insideworldsoccer.com