Bláa kuffertið hjá Paula Magnussen, teknikkara í Útvarpinum, er framvegis ikki komið vegin fram. Hetta merkir tó ikki, at Útvarpið ikki fer at senda, tí teir báðir útsendu hava funnið upp á ráð, soleiðis at fólk heima í Føroyum róliga kunnu skrúva útvarpstólið frá klokkan fimm og hoyra beinleiðis frásøgn úr Georgia. Á myndini hava síggja vit Paula Magnussen við Fótbóltssambandinum í øðrum oyranum og Føroya Tele í hinum, meðan hann roynir at fáa greiðu á, hvussu teir best fáa sent heim í kvøld.