Telduviðgjørdar myndir úr Hesti og Nólsoy

- Tú skalt kenna angan av tara og smakka salta sjógvin á varrunum, alt meðan báturin spakuliga vaggar undir tær, rekandi fram við sjóvarmálan, sigur Carsten Macdonald Arnskov í skrivi í sambandi við útgávuna

ÚTGÁVA

Carsten Macdonald Arnskov, sum hevur arbeitt í Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya síðani 1975, selur nú telduviðgjørdar fotomyndir, sum hann og Birgir Enni, skipari á Norðlýsinum, hava tikið. Flestu myndirnar eru tiknar úti í Hesti og Nólsoy.
Myndirnar hava allar verið ígjøgnum umfatandi viðgerð og fleiri viðgerðir í telduni. Fjøll eru flutt, og heilar oyggjar sóktar í havið. Arbeitt verður við litum, ljósi, strukturi, kompositión, og so framvegis. Roynt verður at fáa myndirnar at tala líka nógv til sinnið, sum bert til eygað. Tá tú sært myndirnar, skalt tú helst kunnu merkja sólarhitan og hoyra fuglarnar. Tú skalt kenna angan av tara og smakka salta sjógvin á varrunum, alt meðan báturin spakuliga vaggar undir tær, rekandi fram við sjóvarmálan, sigur Carsten Macdonald Arnskov í skrivi í sambandi við útgávuna.
Tá telduviðgerðin er liðug, verða myndirnar sendar til prentingar á prentsmiðju. Nýtt verður bert serliga tjúkt og gott pappír. Í mesta lagi 10 eintøk av hvørjari mynd verða prentað. Tó kann onkur mynd seinni eisini nýtast sum postkort ella líknandi. Myndirnar, sum eru uml. 26 x 35 cm til støddar, kosta 450,- krónur eintakið.
Umframt hevur Carsten Macdonald Arnskov eisini gjørt myndamappu við seks myndum, ið kallast grótbræðing.
Myndirnar eru eisini at síggja á heimasíðu hansara www.arnskov.com