Telduspæl má strika orð úr Koranuni

PlayStation3 spælið LittleBigPlanet, sum skuldi koma út í morgin, verður seinkað í tvær vikur. Orsøkin er, at ein av sangunum í spælinum inniheldur orð úr Koranuni Hetta vil framleiðarin av PlayStation, Sony, ikki hoyra talan um. Danska felagið Nordisk Film gevur LittleBigPlanet út, og tey hava tikið spælið aftur frá handlunum, sum skuldu seta spælið á hillarnar í morgin.

- Vit eru blivin varug við, at í einum av bakgrundssangunum verða tvær vendingar úr Koranuni brúktar, og tað mistakið rætta vit nú, sigur Dennis Eglund, talsmaður fyri Nordisk Film við DR.

Nordisk Film roknar tó framvegis við, at LittleBigPlanet verður ein norðurlendskur stórseljari og fer at selja út ímóti 100.000 eintøk.