Teldusníkar á ferð: Hóvreiggjaðu sær á telduservarum hjá føroyskum fyritøkum

Annar sigur seg hava havt ótálmaða atgongd til telduservara hjá Føroya Tele, so at hann kundi broytt eina og hvørja privata heimasíðu í landinum. Hin breyt inn í telduservaran hjá internetcaféini Orbits í Havn, har hann kundi gjørt stóran skaða.

Mangt bendir á, at trygdin hjá Føroya Tele var ikki nóg, tá stovnurin fyri nøkrum átrum síðani sleit sínar barnaskógvar á internetøkinum.

Sosialurin hevur í hvussu so er tosað við ein 20 ára gamlan mann, sum vil vera við, at hann einaferð í 1997 fekk so at siga óavmarkaða atgongd til FTP-servaran hjá Føroya Tele. Hetta er telduservari, sum m.a. verður brúktur til, at at seta upp allar privatar heimasíður í Føroyum.


"Boring Homepage"


Vanliga kanst tú bert seta upp og broyta tína egnu heimasínu á FTP-servaranum hjá Føroya Tele.

Men sambært tí 20-ára gamla manninum stóðu dyrnar til FTP-servaran víðopnar, tá hann einaferð skuldi eini ørindi inn á servaran.

-Eg kundi broytt allar heimasíðurnar, um eg legði í. Tað, sum eg gjørdi var, at eg fór inn og broytti eina heimasíðu. Eg setti eina heldur ónærisliga mynd inn og gav heimasíðuni yvirskriftina"The Most Boring Homepage on the Internet", greiðir tann 20-ára gamli frá.

Hann heldur, at Føroya Tele sveik trygdina við at lata dyrnar til FTP-servaran standa víðopnar.

-Tað var eingin trygd. Tað var opið. Tað var ikki "skrivi-vart" ella nakað sum helst, sigur hann, og greiðir frá, at tað var bert tað einu ferðina, at hann hevði frítt spæl á servaranum.

Sosialurin setti seg í samband við eigaran av heimasíðuni, sum tann 20 ára gamli sigur seg hava framt herverk á. Eigarin váttar fyri blaðnum, at onkur uttanífrá broytti heimasíðu hansara fyri nøkrum árum síðani.


Ber ikki til nú


Páll Wiberg Joensen, leiðari á internetdeildini hjá Føroya Tele, sigur, at hann kann hvørki vátta ella avsanna um FTP-servarin hevur statið opin so tíðiliga í tíðini. Hendingin kann vera farin fram í tíðini, tá Tele Danmark umsat telduservaran fyri Føroya Tele, sigur hann.

-Men hetta skal ikki bera til í dag, vissar hann um.

-Tú kanst fara inn og síggja heimasíðurnar hjá øðrum. Men tú kanst ikki redigera, sletta ella nakað - uttan títt egna, sigur Páll Wiberg Joensen.


Kanska tikin á bóli


Jan Rein er tað tey rópa netumsitari og tekur útbúgving sum datanomur í næstum. Hann útilokar ikki, at Føroya Tele kann hava verið tikið á bóli, meðan stovurin enn var ungur og óroyndur á internetøkinum.

-Tað er beklagiligt um ein persónur kann fáa fría atgongd til FTP-servaran, so at hann kann broyta heimasíður.

-Eg vænti, at tað man hava verið ein fleilur, heldur enn eitt trygdarbrot. Kanska hava teir gjøgnumskoða nøkur ting, sum teir ikki vistu tá í tíðini, sigur hann um Føroya Tele.


Innbrot í Orbits


Ein annar teldusníkur, sum Sosialurin hevur havt samband við, breyt fyri eini tíð síðani inn í telduskipanina hjá internetcafeini Orbits í Havn.

-Eg kundi taka spøl frá teimum, seta printaran, at skriva út í tað óendaliga. , sigur hann.

Stjórin í Orbits, Áki Johansen váttar, at teldusníkur hevur verið upp á spæl.

-Hann kundi havt lagt okkum lamnar, sigur Áki Johansen um innbrotsmannin, sum varð avdúkaður - men ikki meldaður.

-Vit hava givið honum boð um at verður hann fangaður aftur, so verður hann meldaður, sigur Áki Johansen.

Orbist metir seg kortini ikki at hava nakrar loynidómar liggjandi inni í síni telduskipan. Tískil hevur fyritøkan ikki gjørt íløgur í dýr forrit, til tess at verja seg móti teldusníkum.

Annar teldusníkurin, Sosialurin hevur tosað við sigur seg eisini hava brotið inn í telduskipanina hjá Atlantic Radio.

Sum skilst hava allar stórar fyritøkur og stovnar serligar verdarskipanin móti teldusníkum.