Telduálop gerast vanligari í Føroyum

Heimasíðan nic.fo er framvegis óvirkin

Seinasta mánaðin hevur løgreglan tvær ferðir sent almennar fráboðanir út um møgulig telduálop móti føroyskum virkjum og heimasíðum.

 

- Vit móttaka fleiri fráboðanir enn fyrr, sigur Bárður Christiansen, løgreglumaður.

 

Vit eru kanska heppin, at tað í júst hesum føri - álopinum á heimasíðuna nic.fo -  eru teldusníkar, sum siga seg bara gera tað til stuttleikar. Men sannleikin er, at Føroyar eru í einum elektroniskum stríðið á alnetinum.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyskar heimasíður eru álopnar. Fyri nøkrum árum síðani boðaði ein bólkur av teldusníkum frá, at av tí at føroyingar drópu grind, fóru teir at gera føroyskar heimasíður til eitt mál í síni herferð. Hesir søgdu seg vera partur av altjóða viðurkenda teldusníkaharkaðlinum Anonymous, men skjótt boðaði Anonymous frá, at so var ikki. Tey høvdu onnur og størri ting at stríðast ímóti enn at føroyingar drópu nakrar túsund hvalir um árið. Hetta er eiheldur fyrstu ferð, at nic.fo er álopið. Heimasíðan bleiv eisini hackað í 2012.

 

Bara tann seinasta mánaðin hevur føroyska løgreglan sent tvær almennar fráboðanir út um telduálop móti føroyskum virkjum og heimasíðum.

 

Tann fyrra var um, at løgreglan væntaði fleiri álop móti føroyskum heimasíðun. Tá metti løgreglan, at talan var um einstaklingar og bólkar, sum vóru ímóti grindadrápi. Løgreglan vísti tá til, at í august hevði onkur brotið seg inn á tvær føroyskar heimasíður og fingið fatur á loginnøvnum, teldupostum og loyniorðum. Tí bað løgreglan fólk um at ansa sera væl eftir komandi tíðina.

 

Í seinna førinum var talan um, at teldusníkar kundu fáa atgongd til elektroniska samskifti hjá fyritøkum. Við hesum kundu teir lumpa fyritøkur til at gera bankaflytingar til falskar kontur í útheiminum og soleiðis stjala pening frá fyritøkunum. Løgreglan segði tá, at milliónaupphæddir vóru fluttar til teldusníkar í staðin fyri til rætta móttakaran.

 

Og nú kom so eitt tað álvarsamasta álopið á føroyska kt-kervið higartil, tá fólk varnaðust, at nic.fo var blivið hackað fyri tveimum vikum síðani. Løgreglan heldur tó ikki, at nakað beinleiðis samband er millum hetta álopið og tey undanfarnu.

 

Bárður Christiansen, løgreglumaður, sigur, at slík álop gerast alsamt vanligari í Føroyum.

- Vit móttaka nógv fleiri fráboðanir um slíkt enn fyrr, men tað er eisini, tí fólk gerast meiri varug við hetta nú. Tað hava allarhelst verið ymisk álop í longri tíð, men fólk hava tá antin ikki varnast tey ella bara latið tey farið framvið. Tað er tó umráðandi, at fólk melda slík álop, so at vit í løgregluni kunnu gera okkum eina mynd av, hvussu vanligt hetta er, kunnu hjálpa til í kanningararbeiðinum og kunnu ávara onnur, sigur Bárður Christiansen.

 

Nic.fo, sum bleiv álopið herfyri, verður mett at vera ein samfelagskritisk skipan, skrivaði løgreglan í almennu fráboðanini.

- Heimurin gerst alsamt meiri talgildur, so um okkurt gongur galið á netinum, ávirkar tað ein stóran part av samfelagnum. Í hesum føri er talan um eina skipan, sum stýrir øllum .fo navnaøkinum og her liggur jú alt meylsamskifti til og frá føroyskum heimasíðum, sigur Bárður Christiansen.

 

Bárður Christiansen sigur, at teir hava leitað sær hjálp hjá donsku løgregluni í hesum málinum.

- Enn vita vit ikki, nær álopið bleiv framt. Vit vita heldur ikki neyvt, hvat teldusníkarnir hava gjørt ella fingið atgongd til. Vit síggja, at teir hava roynt nógv ymiskt, men júst hvat er eydnast teimum, er eitt sindur torført at siga enn, sigur hann.

 

Teldunsíkarnir hava klárt og týðiliga lýst við, hvørjir teir eru, men Bárður Christiansen vil ikki siga nakað nærri um, hvat løgreglan annars veit um teir.

 

Teldusníkarnir, sum tóku ræði á nic.fo, gjørdu ikki stórvegis um seg sær tað út til í fyrsta umfari. Teir broyttu bara, hvar heimasíðan nic.fo peikaði. Tað vil siga, at tá fólk skrivaðu nic.fo, so endaðu tey á eini aðrari síðu, har tey fingu boð um, at nic.fo var hackað. 

 

Men skaðin kundi verið so ómetaliga nógv størri. At teldusníkarnir megnaðu at taka ræði á nic.fo og átta øðrum síðum, vísti bara, at teir í veruleikanum kundu tikið ræði á øllum teimum 4.800 føroysku heimasíðunum.

 

Teir kundu við øðrum orðum sent øll, sum ætlaðu sær at lesa tíðindini á in.fo til eina heilt aðra síðu. Teir kundu beint øll, sum ætlaðu sær inn á netbankan (portalbank.fo) inn á onkra meinlíka síðu, har fólk so uttan at hugsa meiri um tað, trýstu vanligu loginupplýsingarnar og koturnar inn, og soleiðis góvu teldusníkunum tær.

 

Teldusníkarnir kundu gjørt soleiðis, at allur teldupostur, sum bleiv sendur til eina ávísa føroyska heimasíðu, so sum betri.fo, fyrst bleiv sendur til ein servara hjá teimum sjálvum, har eitt avrit bleiv goymt, og síðani sendur víðari til Betri. Soleiðis høvdu teldusníkarnir nú havt atgongd til allar teldupostar til og frá Betri-samtakinum, uttan at Betri hevði grunað nakað. 

 

Telduserfrøðingar, sum Miðlahúsið og aðrir miðlar hava tosað við, eru á einum máli. Hetta er ein katastrofa og skaðin kundi verið óbótaligur.