Tekur ímóti jólapakkum til russar

Í fleiri ár hevur Faroe Agency tikið ímóti jólapakkum at geva russisku fiskimonnunum í og undir Føroyum, og Árni Dam, sum er russiskur konsul vónar, at gávumildir føroyingar eisini til hesi jólini fara at hugsa um russar.

- Ein russiskur trolari er longu komin í føroyskan sjógv, og eftir nýggjár koma fleiri, tí russiska kvotan er stór næsta ár, sigur Árni Dam.

Nakrir dagar eru eftir at savna jólapakkar til russar, tí jólini í Russlandi eru ikki fyrr enn 6. januar.

Sjómanskvinnuringar og onnur hava hvørt ár verið ófør at koma við jólapakkum til russar. Okkurt ár eru 1000 pakkar komnir.

- Tað er eitt stórt arbeiði, tey fólkini gera. Eg vil fegin takka teimum og ynskja bæði teimum og øðrum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár, sigur Árn Dam.