Tekniskt arbeiði ávirkar túratalið hjá Smyrli

Í morgin verður túratalið hjá Smyril ikki eins og vanligt er.

Orsaka av tekniskum arbeiði umborð á Smyrli mánadagin tann 15. januar, verða túrarnir kl.08:30 úr Tórshavn og kl.11:00 av Krambatanga ikki sigldir. Tað skrivar Strandferðslan á heimasíðuni í dag.

 

 

 

Mikudagin 17.01.2018 verður siglt soleiðis av Krambatanga kl.06:00 og úr Tórshavn kl.21:15. Somuleiðis vegna tekniskt arbeiði, skrivar Strandferðslan. Júst hvat arbeiði talan er um er óvist.