Tekin til krímsjúku

Krím hevur vanliga fepur og eymar vøddar við sær. Tá tú følir teg at hava krímsjúku, eigur tú at vera heima, og følir tú teg sjúkan, eigur tú at drekka nógva vætu.
Hugsar tú tær at sleppa undan krími, kanst tú lata teg koppseta.
Vanlig sjúkueyðkenni fyri krímsjúku eru -

• Høgur fepur, vødda-og liðapína.
• Turrur hosti og væta úr nøsini.
• Høvuðpína og pína í hálsinum.
• Fepur og eymleiki kunnu koma knappliga.
• Vanligt er við fepri sum fer yvir 38 stig fyrstu vikuna.

Tá nakrir dagar eru farnir, kann hostin gerast ”leysari”, og tú kanst fáa pínu í bringuna. Matarlysturin kann gerast vánaligur, tú fært búkilsku og kanst spýggja.
Nakrar vikur kunnu ganga, áðrenn tú følir teg eins frískan og frammanundan.
Kelda: sundhed.dk