Teitur við nýggjum bólki og nýggjari orku

Teitur var næstan ikki til at kenna aftur, tá hann mikukvøldið í mestsum nýggjum hami við nógv størri orku og sjálvsáliti fór á pallin frammanfyri 300 áhoyrarum

Rúnar Reistrup, Århus
????????????????????

"Taitur i Voxhall den 24."
Hendan setning, við alternativa stavingarháttinum, sá eg herfyri av tilvildarligum ávum krutlaðan í kalendaran hjá einari ungari kvinnu í einum undir-vísingarhøli á Universitetinum í Århus.
Kendi hana ikki, men spurdi kortini, um hon ætlaði sær á konsert.
Ja, tað ætlaði hon sær. Hon hevði ongantíð hoyrt tónleikin og visti millum null og einki um Teit. Men hon hevði hoyrt, at hann var skidego'.
Soleiðis endaði fonetiskt stavaða navnið hjá Teiti í kalendaranum hjá hesi kvinnuni, eins og tað man vera endað í mongum øðrum kalendara úr Europa til Amerika.
Frumskógartrummur
Søgan er eitt lítið, men ógvuliga, konkret dømi um, hvussu Teitur í seinnu árini seint, men støðugt, hevur bygt sær eitt navn upp í Danmark og aðrastaðni í heiminum. Ikki við reklamukampanjum, ikki við at skrædla sín tónleik niður í MTV-format, men við at lata framførslurnar tala, og frásagnirnar um góðu framførslurnar ferðast av munni til munn.
Soleiðis ber tað til, at Teitur, sum seinast hann var í Århus spældi á lítlu alternativu Musikcafeini, hesaferð spældi fyri eini 300 fólkum á Voxhall, har kend nøvn eru gerandiskostur.
Longsul eftir el-guitara
Tá Teitur seinast var á konsertferð í Danmark, síðst í november mánaði, tyktist hann eitt sindur slitin og troyttur av at hava spælt hálvtannaðhundrað konsertin innanfyri fáar mánaðir.
Mikukvøldið var tað ein Teitur fullur av orku og sjálvsáliti, sum trein fram á pallin, eftir at danski bólkurin Hush hevði hitað honum áhoyrarafjøldina upp.
Fyrstu trý løgini framførdi Teitur einsamallur við kassaguitaranum. Hareftir komu ein trummusláari og føroyski bassisturin Mikael Blak á pallin, og góvu ljóðmyndini eitt skap, sum passar Teiti minst líka væl sum lítlu intimkonsertirnar við kertuljósum á pallinum. Og Teitur tyktist eisini at vera glaður fyri at hava ein bólk við sær. "Nu kan jeg endelig få lov til at spille el-guitar igen", segði føroyski altjóða sangarin og legði kassaguitaran frá sær. Næstu løtuna líktist hann meira tí lívliga frontfigurinum í Mark No Limits enn friðarliga troubadurinum. El-guitarin mátti skjótt siga farvæl við ein strong, meðan Teitur bar áhoyrararnar ígjøgnum ein stóran part av løgunum á fløguni og eisini sang fleiri av hansara nýggju løgum, ið ljóðaðu sera trúgv mótvegis undan-farnu fløgu, og sum uttan iva vera at hoyra á næstu fløguni.
Longu nú er eitt av løgunum útgivið. lagið nevnist "Dreaming in Two Hour Drives" og kann keypast fyri ein dollara á heimasíðuni www.itunes.com
Fulla skrá
Konsertin á Voxhall var liður í einari konsertrøð í Europa, sum Teitur fór undir fyrr í mánaðinum. Í kvøld, leygarkvøld, spælir Teitur í Malmö, og mánakvøldið spælir hann í Vega í Keypmannahavn. Síðan gongur leiðin aftur til Svøríki, Noreg og til Holland, áðrenn Teitur vendir aftur til "heimamarknaðin" Norðuramerika. Í tíðarskeiðinum 16. til 24. apríl skal Teitur hita upp fyri Rufus Wainwright á ymsum spælistøðum í Kanada. Hareftir fer hann víðari við síni egnu konsertferð í USA allan mai mánað. Næstu ferð Teitur vendir aftur til Danmarkar verður í summar, tá hann er partur av skránni á ársins Roskilde Festivali.