Teitur við nýggjari fløgu

Danskir miðlar vita at fortelja, at Teitur er í ferð við at leggja síðstu hond á fimtu fløgu sína. 4 oktober kemur fløgan á gøtuna. Í tí sambandi fer Teitur at hava eina framførðslu í Konserthúsinum í Keypmannahavn

Enn hevur fløgan ikki fingið nakað heitið. Hon er upptikin í STC Studierne í Keypmannahavn og miksa í Oslo. Fyrsta stakfløgan verður ?You Never Leave LA?