Teitur T-troyggja í amerikonskum filmi

Teitur hevur seinastu árini skrivað nógvan tónleik til amerikanskar filmar millum aðrar biografaktuella My Super Ex-Girlfriend. Men í hesum døgum verður ein filmur tikin upp í New York, har Teitur fær eitt rættiliga stórt sonevnt product placement heilt ókeypis.

Tá Teitur og hansara bólkur herfyri spældu í Los Angeles, var ein amerikanskur filmstjóri á konsertini. Aftaná konsertina hitti filmstjórin Teit og bólkin, lagið var gott og menn gjørdust væl, so mikið væl, at áðrenn kvøldið var av, hevði filmstjórin skrivað filmin um, soleiðis at ein av leikarunum, nú er ílatin eina Teitur T-troyggju allan filmin. <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Christian Ulf-Hansen&quot;$?$end$!$Christian Ulf-Hansen</st1:PersonName$?$end$!$ umboðsmaður hjá Teiti, sigur at filmstjórin fekk 10 Teitur T-troyggir við sær. <BR>