Teitur Lassen er ein av tónleikarunum, sum er biðin um at framføra til Fríggjadagsrock-røðina í Tivoli í Keypmannahavn.
Summarhálvuna bjóðar Tivoli hvørt fríggjakvøld konsertir við kendum tónleikarum, og í dag er skráin fyri summarið løgd fram.
Tann 10. juni skulu Teitur og íslendski Ásgeir hava felagskonsert í Tivoli.
Onnur, sum skulu spæla til Fríggjadagsrock í Tivoli í summar, eru Kim Larsen, Tiesto, Dizzy Mizz Lizzy, Saybia og Poul Krebs.
Fyrsta konsertin verður 15. apríl, og konsertrøðin endar 23. september.