Ein dystur var leiktur í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum fyrr í kvøld.
H71 tók ímóti KÍF í Hoyvíkshøllini. H71 vann 27-25. Í steðginum var H71 á odda 15-11. Peter Krogh gjørdist toppskjútti hjá H71 við sjey málum. Hans Eli Sigurbjørnsson gjørdist toppskjútti hjá KÍF við níggju málum.
Aftaná dystin fekk frásøgumaðurin hjá Rás2, Tróndur Arge orðið á tann roynda KÍF-spælaran, Teit Joensen. Teitur Joensen harmast tapið, men heldur, at KÍF við einum skerdum og tunnum hópi legði eitt gott avrik fyri dagin, og hann er leikliga væl nøgdur við avrikið. Hann undirstrikar eisini, at tað kann eisini hava týdning tá bólkur 1 skal gerast upp, at KÍF tapti bert við tveimum málum í dystinum í dag.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað sum Teitur Joensen hevði at siga í samrøðu við Trónd Arge á Rás2.
Bólkur 2 – menn
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 1 | 27 | 25 | 2 | 2 |
2 | VÍF | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
3 | StÍF | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
4 | KÍF | 1 | 25 | 27 | -2 | 0 |
Leygardagin 20.01.18 kl. 18.00 H71 – KÍF 27-25
Sunnudagin 21.01.18 kl. 16.00 VÍF – StÍF