Teitur gevur fløgu út í Bretlandi

Bretskir miðlar skriva í dag, at føroyski solisturin Teitur Lassen fer at almannakunngera sína fjórðu fløgu í Bretlandi tann 11. apríl. Bretska heimasíðan stereoboard.com skrivar, at fløgan kemur í kjalarvørrinum av seinastu útgávuni hjá Teiti í Bretlandi ? The Singer ? sum fekk viðurkenning kring allan heimin.

 

Bretska heimasíðan skrivar, at Teitur hevur nógvar kendar fjepparar í Bretlandi, sum helst gleði seg til nýggju fløguna.