Leygarkvøldið hin 6. desember klokkan 19:30 er Teitur í Høllini í Norðurlandahúsinum. Hetta er einasta solokonsertin sum verður í Føroyum, nú hann eftir fimm mánaðir í Norðuramerika kemur aftur til Evropa.
Næstu ferð Teitur verður at hoyra í Føroyum verður á Listastevnu Føroya, sum verður hildin í døgunum 6.- 15. august 2004.
Atgongumerkjasølan til konsertina leygarkvøldið hin 6. desember er byrja.