Galaxy avlýsir og broytir eisini í morgin

Í morgin broytir og avlýsir Galaxy túrar.

Nógvar hava avlýsingarnar og broytingarnar í ferðaætlanini verið, síðani Galaxy byrjaði sum avloysari fyri Smyril um Suðuroyarfjørð.

 

Og dagurin í morgin líkist hinum døgum hesa vikuna, tí boðað verður frá avlýsingum og broytingum.

 

Á ssl.fo eru hesi boð at lesa:

 

 Broyting á leið 7

 

Fyri veður verður siglt soleiðis á leið 7, fríggjadgin 10. oktober: Túrarnir kl. 06:00 av Krambatanga og kl. 10:00 úr Havn eru avlýstir. Túrurin kl. 14:00 av Krambatanga er fluttur til kl. 12:00. Túrurin úr Havn kl. 17:30 er fluttur til kl. 18:00. Ferðandi við bílegging til kl. 14:00 eru flutt til kl. 12:00. Ferðandi við bílegging til kl. 17:30 eru flutt til kl. 18:00. Bygdaleiðir í Suðuroy koyra ísv. Broytingarnar á leið 7.