Teitur fær viðurkenning í USA

Tvey amerikansk tíðarrit halda, at fløgan hjá Teiti Lassen var millum tær bestu útgávurnar í USA í fjør

Bæði Slant Magazine og Boston Metro halda, at útgávan hjá Teiti Lassen, Poetry and Areoplanes, var millum tær bestu á amerikanska marknaðinum í 2003.
Tá ið hugsað verður um stóru rúgvuna av tónleiki, sum verður givin út í USA á hvørjum ári, so er tað einki minni enn eitt bragd, at Teitur av summum verður taldur millum tey bestu.
Slant Magazine hevur útgávuna hjá Teiti við í sínum Topp 10 fyri 2003, og Boston Metro dregur eisini hesa fløgu fram sum eina tí besta í farna ári.
? Sum yndisligur og einsamallur singer/songwriter fær Teitur tað besta fram av troubadurum á síni fyrstu útgávu, skrivar Boston Metro millum annað um útgávuna hjá Teiti.
Teitur Lassen skal næstu vikurnar spæla kring USA.