Teitur.com fingið nýtt andlit

Tað er ikki einans Tórshavnar kommuna, ið hevur fingið nýggja heimasíðu. Teitur hevur somuleiðis endur lanserað Teitur.com. Síðan tykist sera óruddilig, men hevur eitt sera spennandi tilboð til allar Teitur fjepparar. Í sambandi við útgávuna av nýggju heimasíðuni, hevur Teitur avgjørt, at hvørja viku í eitt heilt ár, fara tey at leggja ein nýggjan ikki útgivnan sang á síðuna. Talan er um demo upptøkur, konsertupptøkur og goymdar gimsteinar av ymsum slag, verður sagt. Fyrsta lagið er lagið Your Great Book, eitt nokkso Paul Simon kent lag, ið leiður tankarnar aftur á fyrstu altjóða útgávuna hjá Teiti, Poetry & Aeroplanes.

 

Á síðuni kunnger Teitur somuleiðis, konsertir í USA, Avstralia, Danmark og Íslandi. Somuleiðis er greitt, at fløgan Stay Under The Stars í mai verður givin út í Bretlandi, har Teitur jú hevur heimstað. Í sambandi við útgávuna fer Teitur á konsertferð í heimlandinum.