Teit Jacobsen skiftir til Sønderjyske. HB og Sønderjyske eru samd um prísin, og nú eru sáttmálin millum Teit Jacobsen og Sønderjyske endaliga undirskrivaður. Sostatt skiftir Teit Jacobsen til Sønderjyske.
Les eisini: HB selt Teit Jacobsen
Framrættaði miðvallarin fer í morgin av landinum og møta hjá Sønderjyske. Talan er um langtíðarsáttmála. Partarnir hava gjørt ein 3,5 ára sáttmála.
Les eisini: Sønderjyske vil hava Teit
Tað hevur leingi verið samband millum Teit Jacobsen og Sønderjyske, eftir at orkuríki spælarin var og vandi við eftir kappingarenda í HB. Tað gekk somikið væl, at felagið kom við tilboðið til HB. Samrøða við Teit Jacobsen verður á In.fo seinni í kvøld.